SamFelagið havt aðalfund
Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin. Í nevndini sita, Lív Egilsdóttir Olsen, Elsa Maria Hansen, Elisa Vang, Erla Weihe Johannesen, Uni Holm Johannesen og Ása Hammershaimb Christiansen. Anna Sofía Lava, Marita Svartá og Rósa Egolm stillaðu ikki upp aftur.
SamFelagið varð stovnað í 2014 og hevur knapt 80 limir. Felagið hevur seinastu árini millum annað ment eitt alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar og teirra serøki. Alt er at finna á heimasíðuni hjá SamFelagnum, www.samfelagid.fo.
Felagið miðar eftir at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið við at seta sjóneykuna á samfelagsfrøðingar og førleikar teirra, og styrkja ávirkanina av samfelagsvísindaligum arbeiði. Hetta verður millum annað gjørt við at skipa fyri tiltøkum um viðkomandi evni í samfelagnum, umframt at geva samfelagsfrøðingum orðið í almenna kjakinum.
Í august 2019 skipaði nevndin fyri valfundi í Løkshøll, Runavík, við umboðum úr øllum flokkum, ið høvdu løgtingsvalevni 2019. Evnið var integrasjón í Føroyum við serligum denti á kvinnuligar tilflytarar. Í novembur hevði nevndin Samfelags-quiz við Gunnar Nolsøe í Blábar, bæði tiltøkini vóru væl vitjaði.
Í 2020 hevur nevndararbeiði og virksemi hjá felagnum verið skert, orsaka av korona kreppuni, tí blivu fleiri tiltøk avlýst sum nevndin hevði lagt til rættis í vár.
Nógv spennandi er í væntu hjá nýggju nevndni, sum hevur ætlanir um at hava eitt stórt tiltak við føroyskum og útlenskum gestum í nærmastu framtíð.
Eisini fer felagið at styrkja rødd samfelagsfrøðinganna í almenna rúminum.
Mest lisið í farnu viku

Kokkurin er færeyingur

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Is Fake News a Myth?

Tunnilsgjald

Fara nú á kalvaveiðu

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Ein brokkmanslestur.

Dúvugarðar

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Hestur aftur gloymd

HOLOCAUST MINNINGARHALD

City Church Tórshavn

Álit viðvíkjandi klagu um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya

Tímar í persiskum

Vaktarskifti á vatnverkinum

Fyribilsvegurin inni í Bø verður stongdur
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











