Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Saman loysa vit bústaðartrotið

Politikkur | 06/07-2020 17:30

Landsstýrið hevur nú lagt fram part av uppskoti teirra til loysn uppá bústaðartrotið. Vit í Tjóðveldi fegnast sjálvandi um øll átøk, ið hava til endamáls at loysa bústaðartrotið, men uppskotið hevur við sær stórar prinsippiellar broytingar, har Bústaðir skal gerast eitt vinnufyritøku-líknandi projekt.

Bústaðartrotið er ein ovurstórur samfelagsligur trupuleiki og hevur tí onga heilt einfalda loysn – og best hevði verið, um øll politiska skipanin kundi staðið samd um leistin framyvir. 

Her eru 8 av okkara boðum uppá loysnir til bústaðartrupuleikan. Uppskotini fevna m.a. um, at byggja 500 fleiri leigu- luta og lestraríbúðir, at tað skal vera gjørligt at byggja kring alt landið, at forða útlendingum at uppkeypa jørð og hús í Føroyum, at partur av føroysku uppsparingini kann nýtast at byggja bústaðir, at vit ynskja at loysa hetta saman við allari politisku skipanini, ein áheitan um at ikki privatisera Bústaðir, at byggja fleiri bústaðir til fólk við serligum tørvi, og at kommunurnar skulu byggja fleiri eldrabústaðir.

Kristina Háfoss, vísir á, at: ”Okkara bústaður er okkara heim – og vit vilja, at øll skulu hava eitt gott heim. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Bústaðartørvurin er stórur, og alneyðugt er, at bæði land, kommunur og privat eru partar av loysnini – og tað ber væl til. Vit hava fleiri boð uppá loysnir, men neyðugt er, at allir partar seta seg saman fyri at finna felags loysnir. Uppskotið, ið landsstýrið hevur sent til hoyringar, loysir ikki bústaðaravbjóðingina. Tí bjóða vit landsstýrinum samstarv fyri, at vit í felag kunnu semjast og savnast um varandi loysnir á okkara felags bústaðaravbjóðing – til frama fyri okkara samfelag og alt Føroya fólk.”

Í undanfarnu samgongu arbeiddi landsstýrið við bústaðartrotinum og kom fram til ein bústaðarpakka. Aftanfyri hendan pakka var drúgt fyrireikingar- og greiningararbeiði. Hesi boðini uppá loysnir eru grundaði á hetta arbeiðið.

1. 500 fleiri leigu- luta- og lestrarbústaðir

Í undanfarnu samgongu fekk Bústaðir heimild at byggja 200 bústaðir afturat. Men hetta er ikki nóg mikið. Bústaðir skulu fáa heimild at byggja 500 bústaðir avtrat.

Av hesum skulu eisini byggjast lestraríbúðir, so lesandi hava ein møguleika at búgva saman og til rímiligan kostnað, undir útbúgving.

500 fleiri bústaðir fara at muna, men bústaðartørvurin er so stórur, at tað harumframt eisini er tørur á og pláss fyri tí privata.

2. Tað skal vera møguligt at byggja kring alt landið

Vit ynskja, at tað skal vera møguligt at byggja egnan bústað kring alt landið, so fólk fáa frælsi til at velja egnan bústað. Trupulleikin er, at tað er torført at fáa fígging um tú ynskir at búgva uttanfyri størru býirnar í Føroyum.

Tað finnast dømi um, at persónar, ið hava fingið nokað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Hetta vísir, at tað ikki eru gjaldsevnini hjá fólkum, ið er forðingin.

Men hetta má og skal vera møguligt. Annars verða vit sum land og fólk fátækari – tí so verður nærum ongin nýggj búseting á bygd. Hetta kunnu vit als ikki góðtaka.

Um tú hevur neyðugu inntøkuna og gjaldsevnini, at rinda fyri lánið, so eigur Bústaðir at kunna veita lán, ið fevnir um tann partin, har bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100% av metingarvirðinum.

3. Forða útlendingum at uppkeypa jørð og hús í Føroyum

Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Hetta kann gera tað so, at møguleikarnir hjá fólki her, at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur.

Tí løgdu vit uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum, at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. hetta uppskotið bleiv felt, men neyðugt er, at binda um heilan fingur, áðrenn galið verður.

Avleiðingarnar kunnu gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri støðum.

4. Føroyskar pengar til føroyskar bústaðir

Stórur partur av føroysku uppsparingini – herundir tær umleið 10 milliardirnar av pensjónsuppsparing – verða í dag sett í donsk og útlendsk lánsbrøv, ið verða brúkt til at byggja bústaðir uttanlands fyri. Hetta skulu vit broyta.

Tað gevur ikki meining, at føroyskir pengar verða nýttir til at loysa bústaðarneyðina aðrastaðni, meðan hon enn er stór her heima. 

Við okkara uppskoti, so kunnu íleggjarar – heldur enn bert at seta føroysku uppsparingina í lánsbrøv og útlendska bústaðarbygging – seta part av íløgunum í bygging av bústøðum í Føroyum og framhaldandi fáa avkast.

Hetta er ein vinn-vinn støða bæði fyri uppspararar og føroyska samfelagið. Hetta gevur sera góða meining.

5. Bústaðartrotið má loysast í felag

Í undanfarnu samgongu blivu fleiri batar framdir, fyri at loysa bústaðartrotið, men enn er ikki rokkið á mál. Vit hava tí í seinastuni lagt eina røð av lógaruppskotum fram, ið hava til endamáls at vera við, í at loysa bústaðarneyðina. Tíverri hevur samgongan felt øll uppskotini.

Samstundis hava vit onki frætt frá samgonguni um samstarv, at loysa bústaðartrotið – eisini hóast okkara boð uppá loysnir eru fleiri og greið. Hartil liggur sum nevnt eitt stórt greiningararbeiði klárt í landsstýrinum. So hvørjum bíða vit eftir?

Neyðugt er við fleiri átøkum sum skjótast. Vit fara tí at bjóða samgonguni til fundar, soleiðis, at vit  í felag kunnu finna góðar og varandi loysnir.

6. Privatiserið ikki Bústaðir

Sum áður nevnt eru øll átøk, ið hava til endamáls, at loysa bústaðarneyðina, at gleðast um. Men at Bústaðir skal gerast eitt vinnufyritøku-líknandi projekt loysir ikki bústaðarneyðina.

Hetta hevur við sær, at leigukostnaðurin hjá fólki, ið leiga frá Bústøðum hækkar. Hetta vil gera tað enn  dýrari hjá fólki at leiga bústað og vil hava eina líknandi avleiðing, sum ein privatisering, í ávísum førum.

Hetta er ikki loysnin – tvørturímóti.

7. Fleiri bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum

Undanfarna samgonga setti 200 mió. kr. av til, at byggja nýggjar bústovnar, bú- og umlættingardepil og barnaheim. Fyrireikingarnar eru gjørdar, og klárt er at fara í gongd við fleiri verkætlanum. Hetta er eisini alneyðugt, tí ovurstórur tørvur er á, at byggja bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum.

Eisini verður 5. hvør íbúð hjá Bústaðir latin Almannaverkinum at leiga víðari til fólk við serligum avbjóðingum. 

Okkara uppskot er, at umframt tær 200 mió. kr. skulu 100 mió. kr. setast avtrat komandi 5 árini, soleiðis at vit til fulnar nøkta tann tørvin, sum er á nýggjum bústovnum og vardum bústøðum. Øll hava rætt til eitt gott heim.

8. Kommunur byggja eldabústaðir

Undanfarna samgonga gav kommunum heimild, at byggja eldrabústaðir í størri mun enn áður. Hetta tí, at vit øll hava ymiskan bústaðartørv, alt eftir hvar vit eru í lívinum.

Tá tú gerst eldri eigur møguleiki at vera fyri, at flyta í minni og meira hóskandi bústað. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin og lætta um fíggjarliga og viðv. viðlíkahald, v.m. 

Soleiðis verða eisini fleiri hús tøk á bústaðarmarknaðinum hjá teimum ungu, ið ynskja at seta føtur undir egið boð og kanska stovna eina familju. Hetta vil aftur lækka prísin á húsum.

Samstundis vil ein hóskandi eldrabústaður, saman við góðari heimarøkt, gera so at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi.

Bústaðartrotið er ein tann størsta samfelagsavbjóðingin vit hava, og skulu varandi og góðar loysnir finnast, so mugu hesar finnast í felag – millum samgongu og andstøðu – millum land, kommunur og tað privata.

Soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman.

Tjóðveldi

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi