Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Andras Róin svara Herfrí Sørensen aftur

Innanlands, Lesarabrøv | 07/07-2020 11:00

Tað er spell, at Herfrí Sørensen hevur fingið eina slíka uppfatan av okkara virksemi, og vit kenna okkum ikki aftur í tí sum her verður sagt.

Gloym okkum ikki heilt

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð, Herfrí Sørensen, skrivar um vikuskifti grein í m.a. Norðlýsinum undir heitinum “Gloymi Bústaðir! Latið kommunurnar byggja!”

Greinin, sum er ein lemjandi kritikkur av Bústøðum staðfestir m.a., at “Bústaðir er tíverri meir ein forðing enn ein loysn í okkara kommunu!”, og Herfrí Sørensen sigur víðari:

“Bústaðir er tíverri dumpað, tí tey hava bygt umleið tveir triðingar av sínum bústøðum til tey knapt 40%, sum búgva í Havn, Hoyvík og á Argjum, har tað privata byggir hundraðtals íbúðir afturat, meðan Bústaðir bert hava bygt ein triðing av sínum íbúðum til hini 60% av fólkinum í hesum landinum.

Okkara royndir av Bústøðum eru tíverri, at tey hava lítlan og ongan áhuga í at byggja í næst størsta býnum í landinum, og hetta hevur gjørt, at kommunan hevur brúkt alt ov nógva orku uppá at royna og royna, trýsta og trýsta, bíða og bíða eftir, at Bústaðir skulu tíma at hugsa um Klaksvík.”

Tað er spell, at Herfrí Sørensen hevur fingið eina slíka uppfatan av okkara virksemi, og vit kenna okkum ikki aftur í tí sum her verður sagt.

Tvørtur ímóti hava Bústaðir seinastu árini havt eitt gott, tætt og mennandi samstarv við Klaksvíkar kommunu. Hetta bæði við íbúðunum á Kráarbrekku, við teimum vardu íbúðunum á Heygavegnum og ikki minst við okkara higartil størstu byggiverkætlan á Biskupstorgið í Klaksvík.

Talið av vanligum leigubústøðum sum Bústaðir hava bygt ella keypt, er í dag 252 eindir. Afturat hesum eru 81 lestraríbúðir sum Bústaðir hava yvirtikið í Tórshavn frá sjálvsognarstovnum, ella umbygt sum t.d. við Finsen.

Av teimum 252 vanligu leigubústøðunum eru 130 í Tórshavn og 122 uttanfyri Tórshavn, harav 62 eru í Klaksvík. Í mun til fólkatalið er sostatt talan um, at støðan er øvugt av tí, sum Herfrí vil verða við.

 

Í mun til okkara bíðilista eftir leigubústøðum, er tað so, at 4 út av 5 á listanum hava raðfest Tórshavn fremst. Kortini raðfesta Bústaðir at fáa fleiri leigubústaðir um alt landið. Bæði tí, at tørvurin er til staðar mest sum allastaðni, m.a. við at tilkomin fólk ynskja sær, at selja sethúsini og fáa okkurt minni og lættari at búgva í, - men eisini tí, at vit kenna tað sum okkara skyldu, at virka um alt landið. Bústaðir skulu ikki virka miðsavnandi, men heldur tryggja fjølbroytni á øllum økjum.

 

At royna og trýsta og bíða eftir, at “Bústaðir skulu tíma at hugsa um Klaksvík”, kenna vit lítið til.

Sum vit hava kunna leita fram, hevur Klaksvíkar kommunu sent 1 (EIN) fyrispurning til Bústaðir um eina verkætlan, kalla Kráarbrekka II, - tað hendi í mars 2019. Sjálvt fólkafloksumboði í Klaksvíkar kommunu eigur at vita, at Bústaðir seinastu 2 árini ikki hevur kunna sett fleiri verkætlanir ígongd vegna manglandi heimild til fígging. Ein heimild, sum vit vóna er á veg, og hetta soleiðis at tað góða samstarvi kann halda áfram – eisini við Klaksvíkar kommunu.

Bústaðir hevur ikki nakra meining um, hvørt kommunurnar sjálvar skulu byggja leigubústaðir, - men vit kunnu vissa Herfrí Sørensen um, at Bústaðir gloymir hvørki Klaksvík ella onnur pláss í Føroyum, bygd ella bý.

Andras Róin, stjóri

Bústaðir


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi