Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eysturoyar kirkjubøkur lagdar fram í Løkshøll í kvøld

Innanlands, Mentan | 07/07-2020 13:00

Í kvøld verða Kirkjubøkur fyri Eysturoynna lagdar fram í Løkshøll. Hetta verður kl. 19.00. 

Tað er farið undir eitt miðvíst arbeiði at skriva av og prenta okkara kirkjubøkur.

Bøkurnar, har sóknarprestar hava skrivað øll tey í, sum teir doyptu, og hvussu lagna teirra var líka til tey doyðu. Hetta var ásett í norsku lóg, sum kom í gildi í Føroyum í 1688. Men longu árið fyri var prósturin á Nesi, sóknarprestur í Eysturoynni, farin undir at skriva kirkjubók fyri alla Eysturoynna. Henda bókin er tann einasta av teimum fyrstu kirkjubókunum, sum er varðveidd. Allar hinar hava verið skrivaðar, men eru misfarnar av sliti og eldsbruna.

Kirkjubøkurnar hava verið atkomuligar á landsskjalasavninum, og hava verið nógv lisnar. Men tørvur er á kostnaðarmiklum umvælingum fyri at tær ikki verða slitnar upp. Fyri at lætta um eru myndir tiknar av teimum og lagdar út á internetið, sostatt er tilfarið lættari at koma til. 

Tó er ein stórur vansi, at flestu av teimum eru skrivaðar við gamlari skrift, og hetta forðar mongum at fáa gagn av skjølunum.

Petur Martin Rasmussen skrivaði elstu kirkjubøkurnar í Suðurstreymoy av, so tað bar til hjá vanligum fólki at leita í kirkjubókunum. Síðan gjørdi Poul Andreasen tað sama við elstu kirkjubókini í Suðuroy. Og Johan G. Mikkelsen hevur skrivað krikjubøkurnar fyri Eysturoynna og Norðoyggjar av. Og tað er júst kirkjubókin fyri Eysturoynna árini 1687-1832 og 1832-1892, sum verður løgd fram í Løkshøll í kvøld. Hon er tann fyrsta í røðini av kirkjubókum í Føroyum fram til 1892, sum verður almannakunngjørd. 

Í kirkjubókunum er yvirlit yvir persónsnøvn og staðarnøvn, og til ber at síggja samskiftið millum bygdir og oyggjar í Føroyum í hesum tíðarskeiðnum.

80 ár skulu vera gingin áðrenn almmenningurin sleppur at lesa í kirkjubókunum, so ein onnur verkætlan verður fyri tíðarskeiðið 1892 til 1940.

Ætlanin er at fullfíggja røðina, soleiðis at Norðoyggjar, Vágar, Norðstreymoy, Suðuroy, Sandoy og Suðurstreymoy eisini verða prentaðar.

Felagið Varðin gevur bøkurnar út í samband við, at tað 17. desember 2021 eru hundrað ár liðin síðan síðsta hefti av fyrsta bindi hjá Varðanum kom út. 

Tað skrivar Runavíkar kommuna.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi