Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Oljurisar skriva sínar ognir niður og siga fólk úr starvi

Uttanlands, Vinnulív | 07/07-2020 15:00

Shell og BP boða frá, at longjan av koronakreppuni hevur við sær, at feløgini niðurskriva sínar ognir við upp til 200 milliardum kr. hvør. Tað skrivar Oljan.fo.

Koronasóttin hevur rakt stóran part av vinnulívinum kring heimin sera meint, og merkist eisini hjá fleiri av heimsins størstu oljufeløgum. Fleiri teirra hava verið tvungin til at siga fólk úr starvi, minka um íløguvirksemi, selja av sínum ognum og skriva virðið á ognunum nógv niður.

Seinastu útmeldingarnar eru frá tveimum av evropeisku oljurisunum, Shell og BP.

Shell hevur skrivað niður virðið av sínum ognum við millum 130 og 170 mia. kr. Stjórin í Shell, Ben van Beurden, sigur eisini, at fleiri uppsagnir og sparingar eru á veg. 

Shell fer seinni í ár at leggja nýggja ætlan fyri fyritøkuna fram, sum skal koma í gildi i 2021. 

Umframt skerjingar í virkseminum, fevnir ætlanin eisini um at skerja CO2 útlátið. Felagið hevur fyrr sagt, at tað fer at miðja móti null útláti í 2050. Í eini videorøðu til starvsfólkið hjá Shell segði van Beurden eisini, at koronakreppan fer at skunda undir umleggingina frá svartari til grøna orku. Herfyri boðaði Shell í Danmark frá, at tað fer at selja sítt virksemi í Danmark.

Ein annar oljurisi, BP, boðar frá, at tey hava selt allan petrokemiska partin av virkseminum til felagið Ineos. Við hesum útvegar BP sær pening til aðrar partar av sínum kjarnuvirksemi. BP hevur staðið fyri stórum uppsøgnum og niðurskriving av sínum ognum og boðaði herfyri frá, at tey fóru at siga 10.000 fólki úr starvi aftrat. Samstundis fer BP at gera niðurskrivingar fyri millum 86 og 115 mia. kr. Høvuðsorsøkin er, at koronafarsóttin hevur minkað munandi um eftirspurningin eftir olju og gassi.

Amerikonsku olju- og gassfeløgini, Occidental, Chevron, ConocoPhilips og ExxonMobil eru í somu ringu støðu. Fleiri av teimum hava eisini niðurskrivað ognir fyri fleiri milliardir dollarar.

Tað skrivar Oljan.fo.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi