Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tobbi: Ikki hissini verk

Innanlands, Mentan | 08/07-2020 10:06

Tiltaki mær til endans rættin fyri allar eysturoyingar – og føroyingar við – at takka Varðanum fyri hetta frambrotið, sum fyri víst fer at vera verandi og komandi ættarliðum til mikið og stuðlandi gagn.

Ikki hissini verk og ein sera góð løta í Løkshøll í kvøld, nú kirkjubøkurnar fyri Eysturoy vórðu lagdar fram. Útgevarin, bókmentafelagið Varðin, heitti frammanundan hesum á borgarstjóran um at bjóða vælkomin, og tann uppgávan var lyft við hesum fáu orðum: 

Varðin

Gott kvøld.

Fyrst av øllum fari eg at takka Varðanum fyri, at felagið valdi at leggja leiðina framvið hjá okkum. Hjartaliga vælkomin á vitjan.

Vit menniskju eru nú einaferð soleiðis skikkað, at tveir træðrir bera okkum uppi, ílegan og ávirkanin frá sosialu kringumstøðunum. Seinra treytin kann okkurt gerast við, meðan ílegustrongurin er viðføddur og harvið ikki til at vika - heldur enn stálveirur.

Av tí sama leita vit øll, meiri og minni, aftur í tíð eftir egnum uppruna. Eftir lívfrøðiligu kálvføðingini. Onki nýtt er í hesum. Vit eru ikki komin langt inn í Nýggja Sáttmálan, táið vit hjá Matteusi í hansara fyrsta kapitli, 17. ørindi, møta hesum orðum: “Soleiðis eru allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi til útlegdina í Bábylon fjúrtan ættarliðir, og frá útlegdini í Bábylon til Krists fjúrtan ættarliðir.”

Og vit syngja “Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold....” og “Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið.”

Skipað samfeløg skráseta fólk, dýr og lutir. Skipað samfeløg vera stjórnað sambært lógum, og skrásetingarnar, sum vera lagdar fram í dag, komu í lag sambært norsku lóg, sum varð sett í gildi her í landinum í 1688. Hetta hevur verið eitt av meginreiðrunum, har fólk, ættargranskarar og søgufrøðingar hava funnið skyldfólk og onnur, sum leitað hevur verið eftir. Tað hevur kenst soleiðis, at keldan ikki var serliga atkomulig fyri okkum leikfólk, men nú hevur hin trivaligi Varðin í føroyskum mentanarstrevi gjørt kirkjubókina fyri Eysturoy tilgongiliga so langt fram í tíð, sum tað lógliga er møguligt.

Tað er eitt bragd av hesum aldargamla felag, sum eg limaði meg inn í fyri fram ímóti hálvari øld síðani. Ein skansi, sum tíðin ikki hevur fingið bilbukt við, kyndilin logar, og tað frøddi mong okkara, at tíðarrit felagsins, sum søguliga hevur eitt ómetandi virði, hevur fingið nýggja ritstjórn, nú ritstjórin, ið var, var farin starvandi aðrar leiðir.

Tiltaki mær til endans rættin fyri allar eysturoyingar – og føroyingar við – at takka Varðanum fyri hetta frambrotið, sum fyri víst fer at vera verandi og komandi ættarliðum til mikið og stuðlandi gagn.

Enn einaferð: Hjartaliga vælkomin.

Tað skrivar Torbjørn Jacobsen á facebook-vanga sínum ( Myndirnar eigur Torbjørn eisini) 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi