Óttast, at sláturvirki í Evropa eru smittukeldur
Fleiri sláturvirki runt í Evropa eru stongd aftaná nógv av arbeiðsfólkunum eru smittað við koronavirusinum. Nú meta fleiri, at tað er mátin hesi sláturvirkini verða rikin, sum kann vera orsøkin til stóra smittutalið á júst hesum plássum.
Trý stór sláturvirki í Eysturríki stongdu dyrnar um vikuskiftið og sendu arbeiðsfólkið heim. Tólv av teimum vóru smittað við korona.
Arbeiðsstøðirnar standa somikið tætt, at arbeiðsfólkini standa lið um lið. Nógv av teimum búgva eisini tætt saman og koma úr nógvum ymsum londum, so sum úr londum í Eysturevropa, Afrika og úr Suðuramerika. Fólkini verða leigað inn á sláturvirkini frá arbeiðsfeløgum, sum hava tey undir hond. Tað vísir eitt yvirlit, sum Deutsche Welle hevur gjørt.
Aftaná stóra Tønnies-virkið í Nordrhein-Westfalen í Týsklandi hevði 1.500 tilburðir av koronasmittuni, fóru nógv at spyrja, hvussu hetta kundi bera til? Og hvat er tað, sum ger at so nógv smittað arbeiða á sláturvirkum?
Frakland, Belgia, Holland, Spania, Póland, Wales, og ikki minst 19 sláturvirki í Írlandi vóru fyri hesum sama. Nógvir tilburðir millum arbeiðsfólkið. Hetta sama hevur eisini víst seg í USA, men har hava fleiri arbeiðsfólk sjálvi noktað at farið til arbeiðis.
Eitt er, at hesi fólkini arbeiða í temperaturi, har koronavirusið trívist. Men tað eru eisini tey, ið vilja kanna, um luftskiftisskipanin møguliga kann hava verið við til at spjaða smittuna runt í virkjunum.
Eitt annað, sum er komið fram - helst í fyrsta døminum í Tønnes-virkinum í Týsklandi, eru vánaligu arbeiðskorini, sum nógvu fremmandaarbeiðararnir arbeiða undir. Síðstu dagarnir hava fleiri mótmælisgongur verið móti ringu arbeiðskorunum hjá hesum fólkum.
Evropeiski kjøtídnaðurin hevur leingi roynt at spart pening har tað ber til - m.a. Fyri at selja kjøtið so bíliga sum gjørligt. Men úrslitið hevur í flestu førum verið verri arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum. Fleiri arbeiða fyri minni enn minstuløn. Tey hava staðið tætt á arbeiðsplássinum, búð ússaligt, og hava ikki hildið reglur fyri smittuvernd.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











