Kanning: Nei takk til sendistovu í Ísrael
Spyr.fo hevur gjørt eina kanning fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi um støðuna hjá føroyingum til uttanríkis- og trygdarpolitiskar spurningar.
Og í nýggju kanningini eru føroyingar greiðir: Teir siga ja til NATO, og halda, at vit skulu ansa okkum fyri Kina og Russlandi. Í samsvari við hetta eru fólk skeptisk um Huawei. Harumframt vísir kanningin, at fólk siga nei til sendistovu í Ísrael.
Í vetur var kinesiski ambassadørurin í Føroyum og tosaði m.a. um Huawei. Okkurt bendi á, at ein handilsavtala við Kina kundi gerast lættari at fáa, um føroyingar valdu kinesisku fyritøkuna til 5G-netið.
Hesa vikuna hevur amerikanska sendikvinnan vitjað Føroyar, og tosaði um tættari samstarv millum londini, og m.a. nevndi Jenis av Rana, at tey høvdu tosað um ein amerikanskan maritiman depil í Føroyum.
- Tað er lítil ivi um, at vit eru tvingað til so ella so at velja síðu. Hvat vit velja, kann hava týdning fyri, hvørji lond framyvir ynskja at samstarva við Føroyar, og hvørja fatan tey hava av Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi. Tí varð henda kanningin gjørd í gjár, fyri at vita, hvat føroyingar halda um hesi viðurskiftini.
Ein stórur meiriluti vil, at vit framhaldandi skulu hoyra til NATO og heldur, at vit skulu ansa okkum, tá tað kemur til Kina og Russland, verður sagt.
Breið semja tykist eisini vera um, at føroyskir politikarar eiga at taka trygdarpolitisk atlit, tá handilsligar og uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar. Einans 11 prosent av teimum spurdu halda tað vera óneyðugt at taka slík atlit.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











