Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Annika í Dímun

Innanlands, Mentan, Myndarøðir | 10/07-2020 11:00

Á fólkafundinum í Lítlu Dímun í ár, helt Annika Olsen, borgarstjóri í Havn røðuna. Sí eisini myndirnar frá túrinum, sum Rúni Thomsen í Hvalba eigur.

Fólkafundur var í Lítla Dímun í gjár. Um 100 ferðafólk vóru við. Tað gekk gott at fáa øll fólkini út í oynna við tyrluni.

Beint eftir at øll vóru komin út, ella uml. kl 13, var fólkafundurin hildin, í rímuliga góðum líkindum.

Tað var borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, sum helt røðuna í ár.

Les røðuna niðanfyri. 

Sí eisini myndir frá túrinum, sum Rúni Thomsen eigur: 

Góðu hvalbingar, góðu gestir, gott fundarfólk.

“Væl er oyggin vøkur og eggjandi at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er berg, øll sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin í hvørjum spori.”

Soleiðis hevur ein so rámandi lýst Lítlu Dímun.

Ogur, sum savnað eru í Lítlu Dímun í dag, hava ivaleyst øll ogra egnu hugmynd av Oynni. Siglt hava ogur framvið henni so mangan, bæði í góðveðri og illveðri, og altíð líka dragandi er at eygleiða bergið, gjáirnar og grønu líðirnar, teir kringu seyðirnar og stóra fuglameingið á flogi.

Og líka so ofta man tankin hava streyfað – hvussu í verðini komi je upp hagar?

At je í dag standi á toppinum í Lítlu Dímun er stór hending fyri mjé, eitt ótrúligt upplivilsi. Og túsund takk fyri, at je varð boðin við á fólkafund í Føroya einastu óbygdu oyggj.

Fólkafundir hava verið hildnir í øldir í Føroyum – nakrir skara framúr og standa sum varðar í okara tjóðskaparsøgu, serliga tá tað galt um Føroya mál og Føroya siðir. 

Siðurin at halda fólkafund í Lítlu Dímun er ikki gamal, tað sigur seg næstan sjálvt. Men fólkafundurin á hesi brøttu og illgongdu oyggj úti á víðum Atlantshavi er í allar mátar serstakur, tí her ráða veðrið og náttúrukreftirnar fult og heilt.

--

Nógvar søgur og sagnir knýta seg til Hvalba og Lítla Dímun. Sum børn læra okur í skúlanum bæði um turkar, sum rændu og loyptu ræðslu á fólk, um húskallin Snæbjørn, sum dirvisliga fjaldi seg í fjøllunum fyri yvirvøldini, og ikki minst um teir báðar Giljabóndan (Jiljabondan), ið var størsti ognarmaður, og skálkin Snopprikk.

Tað sigst, at níðingsgerð hjá Snopprikki var orsøk til, at oyggin fór undir kong. Tá møguleikin seinni kom at keypa oynna, løgdu hvalbingar nógv fyri, tí teir vistu, hvat virði Lítla Dímun hevði við seyði, ull og fugli.

Í bóndasamfelagnum var Hvalba hin ríkasta bygdin í landinum við øllum sínum veldiga bøi, haga, bjørgum og útróðri bæði eystanfyri og vestanfyri – og ikki minst við stóru hvalvágni, sum bygdin eisini hevur navn eftir.

Hetta náttúrutilfeingið eyðkennir eisini allar hvalbingar. Tað liggur djúpt í teimum, er ein partur av teirra DNA´i. Teir eru innløgumenn um ein háls, og hvør árstíðin hevur sína innløgu við sær. Og á havinum eru teir tiltiknir fiskigarpar.

Men serligi gimsteinurin í hesum tilfeingi er júst Lítla Dímun. Um heystið er tjúkt av fólki á kaini, tá skurðseyðurin verður førdur til lands, tí hetta er seyður av serligum slag.

--

Lítla Dímun kundi verið ein oyðin, veðurbard og einkisigandi oyggj, var tað ikki tí, at hvalbingar og ikki minst ognararnir av teimum 24 gyllin her røkja hana so væl, og at teir við fólkafundi sum hesum geva ogum øðrum møguleika at uppliva lívið og náttúruna í Oynni í vælskipaðum og tryggum viðurskiftum.

Her er talan um livandi siðsøgu um gagnnýtslu av tí stóra og góða tilfeingi, ið hetta náttúruvakra staðið ber, og sum hvalbingar enn meistarliga halda í hevd og bera víðari.

Hetta kemur til sjóndar eitt nú við bókini hjá Johs. Andr. Næs um Lítla Dímun, sum er siðsøguligt stórverk. Har er alt skjalfest, sum týdning hevur, eisini øll staðarnøvnini.

Eftirgjørda hellið, sum hvalbingar sýndu øllum føroyingum fyri nøkrum árum síðan, gav fólki høvið til veruliga at ímynda sær, hvussu umstøðurnar  hava verið, tá fleygingarmenn búleikaðust í hellinum. Dokumentarfilm um Oynna hava tygor eisini fingið gjørt.

Í øllum hesum er eisini ein týðiligur og ektaður stoltleiki. Stoltleiki um, at forfedrarnir ognaðu sær Oynna fyri meira enn 170 árum síðani. Hon er ein partur av samleikanum og felags virðisgrundarlagnum.

Samanhaldið og samstarvið er ein fyrimyndarlig søga um, hvussu fedranna arvur verður borin víðari, hvussu burðardygt tað verður røkt, hvussu samstarv verður viðlíkahildið og hvussu væl tykur hava dugað at seta tey ungu við og skipa tykkum hóskiligari umstøður við húsum at liggja nátt í.

Nútíðarsamfelagið kann læra nógv av hesum: at samvinna, at hava virðing fyri náttúruni, at liva burðardygt og at bera tann góða førningin víðari.

--

Tað er so mangt, ein kundi trivið í eina tílíka løtu – til dømis filosofera um fólkaræðisliga týdningin av fólkafundum og lýta aftur á  gamlar dagar, tá fólkafundir og grannastevnur vóru sjálvur bulurin í fólkaræðinum.

Hvalbinar eru fyrimyndir í so máta og hava ført førningin víðari, fedranna arv, sum hevur ført Føroya land fram á leið og til tað sjálvbjargni, sum býr í hvørjari sál í hvørjum føroyingi.

Fólkafundirnir vóru karmar rundanum fólkaræði, fría tankan, fría orðið, fría initiativið og fría viljan. Tað er hesin arvur, sum øll ættarlið hava borið víðari, so Føroyar í dag eru ein altjóða fyrimynd við sínum ríkidømi, vitan og dugnasemi.

----

Til tað meiri skemtiliga. Sum vágbingur veit je, at hvalbingar duga eisini at vera skálkaligir og sjáldsama hittinorðaðir. Teir siga alt uppá ein so stuttligan máta, og norðingar hava eftirhondini lært, at teir  meina tað ikki so ilt.

Ogur har suðuri eru uppvaksin við hvalbiarsøgum av tí meira skemtiliga slagnum. 

Og tað skuldi vera gamalt, at ein vágbingur einaferð bað ein vinmann um at fortelja eina ávísa søgu fyri einum hvalbingi, bara fyri at hoyra, hvussu søgan var pyntað og snøggað til, tá hon kom aftur úr Hvalba.

Tí hetta serliga frásagnarkynstrið dugdu og duga ongir sum hvalbingar.

Ì gjárkvøldið  fekk je vitjan av pápa mínum, sum er gamal skúlamaður og sum bæði dugir sína skúlasøgu og ættarsøgu. Hann fortaldi mer um Òla Jespersen, sonur Schrøter prest og sostatt eisini ættfaðir hjá Róin Schrøter.  Òli var læarari í Trongisvági og dugdi so sera væl at fáa heilan á børnunum í sving við gátum: Her er ein teirra:

“Jeg kender en jomfru, kan I mig forstå?
I østen jeg så den, hvor solen kom fra.
De skummende bølger så kækt hun modstår
Og med sine kræfter tilbage den slår.
Femhundrede terner sin næring hun giver
Og flere hun huser, som til hende driver
Til hende bejle mange riddere bolde
I sommer hun agter sit bryllup at holde.
Vi drikker hendes skål og ønsker hende gavvn.
Kan I mig nu gætte hvad er hendes navn?

Ja teir gomlu vóru hittenorðir við gátum og ogur kunnu dvølja eina løtu yvir hvat hvør hendan gátan var?
Soleiðis eru hvalbingar enn og og vælsignaði broyti ikki hetta livsjáttandi huglagið

--

Góða fundarfólk.

Fyri tey allarflestu av okkum er hetta fyrstu ferð og eisini einastu ferð, at vit koma at standa á toppinum í Lítlu Dímun. Hetta er ekslusivt og fantastiskt. Her standa ogur ovast á Oynni og skoða yvir oyggjalandið, fagurt og frítt – ja hvat eru ogur ikki rík!

Eg loyvi mær at enda við nøkrum brotum úr yrking hjá Sørensen lærara í Hvalba, sum Johs. Andr. Næs hevur endurgivið í bókini um Lítla Dímun. Yrkingin er frá 1950, tá 100 ár vóru liðin, síðani Oyggin varð keypt.

”Her vilja vit minnast farna tíð, um Lítla Dímun, tann oyggj so fríð –
Oynna fedrar vunnu sær, tí hava vit hana altíð kær –
Vit vilja goyma fedranna sið og Oynna eiga í semju við frið –
Minnið vit goyma um hesar menn, í tonkum várum teir liva enn –
So taka vit hendur saman brátt, í semju gleðast hesa nátt.”
--

Takk fyri, at je fekk hetta høvi at vitja Lítlu Dímun í dag, og takk fyri orðið!

Annika Olsen

¤

Lítla Dímun hevur sín egna facebook-vanga - tryst HERhttps://www.facebook.com/groups/38252780478/

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi