25 milliónir til havgransking
Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi
Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 milliónir krónur av tey næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti at broytingum í veðurlagnum.
Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting. Tað skrivar Fróðskaparsetrið.
Ætlanin við granskingarskránni er at skapa meira vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann stuðla upp undir at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýtinum millum ovara og djúpra rákið í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum, og havsúrgan.
Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul frá granskingarskránni. Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum londini um havgransking.
Tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.
Granskingarráðið í Føroyum hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna. Og ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, sum er fýra milliónir krónur, sum eru tøkar í ár.
Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er tvær milliónir, og tí verður stuðul væntandi latin til tvær ella tríggjar verkætlanir í ár.
Í minsta lagi skulu granskingarstovnar í tveimum av teimum trimum londunum vera við í hvørjari verkætlan. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.
Umsóknarfreistin er 21. september.
Tað ber til at lesa meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











