Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristin filmur sterkur í Føroyum: I Still Believe um Jeremy Camp í biografinum

Innanlands | 10/07-2020 16:35

Undir heitinum “I Still Believe” verður ein spildurnýggjur filmur um lívið hjá 42 ára gamla kristna sangaranum Jeremy Camp, sum sang á Fjarðafestivalinum í 2009, sýndur í Havnar Bio hósdagin.

Filmurin byggir á bók, ið Jeremy sjálvur hevur skrivað, um tá Melissa, sum hann nýliga varð giftur við, doyði av krabba, bara 21 ára gomul í 2001. Tá var Jeremy 23 ára gamal.

Jeremy og Melissa
Heitið á nýggja biograffilminum “I Still Believe” er frá kenda sanginum, sum Jeremy skrivaði um hesa hendingina. Sangurin frá 2003, er fyrsti sangur, sum hann sjálvur skrivaði. Í dag hevur Jermey Camp vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri hópin av góðum sangum.

Seinni giftist hann við suðurafrikansku sangarinnuni Adie Liesching.

Tað eru brøðurnir Andrew og John Erwin, ið hava leikstjórnað biograffilmin “I Still Believe”. Teir eru úr Alabama og reka filmsframleiðslufelagið Kingdom Story Company, sum saman við Lionsgate ger kristnan spælifilm til biograf og sjónvarp.

Kristin filmur sterkur í Føroyum
Amerikanska filmspressan sigur, at ein sonn bylgja av kristnum filmi, sum fær alt størri marknaðarpart, hevur tikið seg upp. Av 25 kristnum amerikansku biografilmunum er “I Still Believe” hin fyrsti í Imax formati. Tí hevur Nordisk Film sett hann á skránna herheima, hóast Havnar Bio fleiri ferðir fyrr hevur víst kristnan amerikanskan film beinleiðis frá framleiðarunum og uttan danskan undirtekst. Nógv hava vitjað hesar sýningar.

Jeremy Camp kom fram í 2000. Hann hevur givið út ellivu plátur og tvær konsertupptøkur, allar metsøluplátur. Umframt heitissangin, er hann millum føroyskar áhoyrarar kendur við sangum sum “Dead Man Walking” og “Breath”.

Í spildurnýggja filminum “I Still Believe” hevur K.J. Apa leiklutin sum Jeremy Camp. Hann bleiv kendur í røðini “Riverdale”. Saman við hon er Britt Robertson í leiklutinum sum Melissa. Hon er kend frá “Tomorrowland”.

Hóast greitt syrgiligur, er hann eisini lívsjáttandi romantiskur, og hevur verið borin saman við filmar sum “Love Story” frá 1970 og “The Fault in our Stars” frá 2014. Kristni filmurin um truplu tíðina hjá Jeremy og Melissu varir tveir tímar.

Atgongumerkjasølan til romantiska kristna tannáringafilmin “I Still Believe” er byrjað í biografinum og á netinum.

Her er meir um filmin: http://bio.fo/Movie?MovieNo=23671

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi