Ein eldsál fekk heiðurin. Áslakur Heinesen heiðraður av FUR
Tað er 45 ár síðani at Áslakur skrivaði undir sína leiðaraváttan, og hann hevur í størri ella minni mun, verði partur av skótaarbeiðinum øll hesi árini.
Á aðalfundinum hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) leygardagin 4. juli fekk Áslakur Heinesen handað heiðursløn fyri sítt stóra arbeiði í skótunum í Leirvík. Tað skrivar facebook síðan hjá Leirvíks Páll Skótarnir, sum síðan eitur.
Tey halda fram:
Bólkaráðið innstillaði Áslakk til heiðurslønina, og nevndin hjá FUR avgjørdi at lata Áslakki hesa heiðursløn, sum vit halda at hann hevur fult uppiborið.
Tað er 45 ár síðani at Áslakkur skrivaði undir sína leiðaraváttan, og hann hevur í størri ella minni mun, verði partur av skótaarbeiðinum øll hesi árini. Leiðara sum hava so gott tak á børnunum sum Áslakur hanga ikki á trønum, og vit eru tí sera heppin at hava hann í okkara leiðarahópi.
Hann hevur uttan iva havt eina jaliga ávirkan á nógv børn og ung, sum tey bera við sær víðari í lívinum.
FUR, sum er ein paraplyfelagsskapur fyri alt barna- og ungdómsarbeiði, sum ikki er ítróttur, letur á hvørjum árið upp til tríggjar heiðurslønir til eldsálir innan barna- og ungdómsarbeiði.
Soleiðis endar skrivi hjá Leirvíks Páll Skótarnir, sum teirra facebook-vangi eitur.
FUR sigur í síni grundgeving:
Áslakur Heinesen, Skótabólkurin Lervíks Páll fyri sítt megnar arbeiði í KFUM skótabólkinum Leirvíks Páll. Áslakur hevur serstakliga gott tak á børnunum og leggur stóran dent á, at læra børnini at verða sjálvbjargin, at kenna ábyrgd og harvið gerast dugnaligir samfelagsborgarar, sum Føroyum.
Í 45 ár hevur skótabólkurin havt gleði av arbeiðinum, sum Áslakur hevur lagt í skótarnir, og hetta hevur uttan iva eisini havt eina jaliga og mennandi ávirkan á lívið hjá nógvum børnum og ungum.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Bjarni

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











