Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Landsverk virðir ikki brunatrygdina, ikki tað minsta

Innanlands, Lesarabrøv | 15/07-2020 14:00

Í rapportini um Árnafjarðartunlinum vísir Rambøll 30 ferð til ymisk støð í tunlinum sum nýta PE-skúm(tunellspik) sum ikki er bjálva av betongi. PE-skúm brennur er sera skaðuligt fyri fólk, tað kann viðføra cyanid-forgiftning og álvararslig brek, ringasta fall, deyða.

Tað skrivar formaðurin í Føroyaflokkinum, sum stillaði upp til seinasta løgtingsval. Hann heldur fram.

Í rapportini um Árnafjarðartunlinum vísir Rambøll 30 ferð til ymisk støð í tunlinum sum nýta PE-skúm(tunellspik) sum ikki er bjálva av betongi.

PE-skúm brennur er sera skaðuligt fyri fólk, tað kann viðføra cyanid-forgiftning og álvararslig brek, ringasta fall, deyða.

Norskir vegmynduleikar taka slík vandamál í stórsta álavara, tað hava teir gjørt í 30 ár.

Landsverk virðir ikki brunatrygdina , ikki tað minsta. Eg vóni bara at einki PE skúm er brent og at fólk ikki hava fingið ov nógv royk í seg.

--

Tað kom veruliga til sjóndar, tá ið ein uppøstur stjóri var í KvF herfyri og tillátursgjørdi øll, sum stúra fyri støðuni í tunlunum Norður um Fjall. Hetta kom, eftir at eg hevði brúkt fimm mánaðir uppá at fáa fatur í hesi rapportini um støðuna.

Landsverk pástóð bæði áðrenn og aftaná, at hetta vóru arbeiðsskjøl. Og so skuldi man trúð, at tey hildu tey innandura. Men til mína ræðslu havi eg síðani funnið út av, at líkasælan er fullkomin.

Í einari leiting á Google eftir informatión um tunlar fekk eg eitt leitiúrslit sum vísti til eina undirsíðu hjá Landsverki, sum innihelt omanfyri 6.000 skjøl og annað tilfar hjá vegmynduleikanum. Tá fleyt yvir.

Tey hava leitað við lykt eftir paragraffum fyri at nokta borgarum innlit í støðumetingar yvir farleiðir, tey brúka dagliga. Men samstundis liggja túsundvís av skjølum og flákra úti á internetinum og vera upptikin og indexserað av leitimaskinum og servarum kring heimin, so at Guð og hvør maður kann síggja, hvat Landsverk ger. Øll planetin hevur atgongd til dátur hjá Landsverki. Man kennir seg stoyttan.

Tey einastu fólkini, sum ikki mugu vita um virksemið hjá Landsverk, eru føroyingar sjálvur. Vit, sum gjalda í rúgvuvís fyri at keypa bil og fyri at sleppa at brúka hann: Vektgjald, brennievnisavgjald, skrásetingargjald, lógarkravda trygging og hvat annað mátti verið.

 

Tey sum hava fingist við Landsverk vita, hvat so hendir næst. Í staðin fyri at taka tað á sín kappa, so gerast tey firtin og fara at peika fingrar úteftir, sum vit hava so nógv undanfarin dømi um. Inni í húsinum er alt uppá stás; tað eru tey uttanfyri, sum eru trupulleikin.

Hvat er so at gera?
Eitt tað býttasta, ein kann hugsa sær at gera, er at leggja ábyrgdina í hendurnar á teimum, sum ongan prís rinda fyri at hava skeivt. Í tí fría marknaðinum, har brúkarin sjálvur hevur eitt val, har svíða fyritøkurnar fyri vánaliga stýring og fyri at taka vánaligar avgerðir. Tí verður nógv orka løgd í tað. Tá tað kemur til Landsverk, hava vit ikki ta mekanismuna. Tí er tað upp til tey sjálvi, og sum vit longu vita: Landsverk hevur altíð rætt, ikki borgarin. Landsverk má hava “feedback loops”, sum gera, at tað kostar at taka vánaligar avgerðir.

Í einari bíligari roynd at reinsa seg sjálvan, sendi Landsverk nøkur fólk til hús og segði, at nú vóru 10 milliónir meira til asfalt. Tað er møguligt, at tað verður ráð til meira asfalt, men reint søguliga vita vit, at tað helst ikki hendir. Næsta byggigøla fer 100 milliónir yvir fíggjarætlanina og so eru 10 ár av eyka asfalti vekk.

Nei, her má sterkari lútur til. Endurbyrja Landsverk!

Hjalmar Zachariassen. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi