Myndarøð úr Svínoy í 1977. Skúlabørn í Svínoy á útferð við svimjihylin
Gamli svimjihylurin úti í Svínoy er í ringum standi. Hann varð gjørdur heilt afturi í millumkrígstíðini, ítøkiliga í 1933, og gongur sostatt móti teimum 90 árunum nú. Tíðarinnar tonn hevur sett síni spor, meira enn so, og í dag er hann illa farin og treingir til átrokandi ábøtur. Tað skrivar Norðlysið í gjár.
R7.fo hevur útvega nakrar gamlar myndir, sum eru tiknar við svimjihylin, sum Norðlýsið umtalar. Myndirnar eru frá 1977.
Á myndini síggjast skúlabørnini í Svínoy brúka júst umtalaða svimjihylin, sum er gjørdur í Stórá, sum áin eitur. Tað var Símun Waag Høgnesen, sum var vikarur í Svínoyar skúla, sum tók myndirnar.
Norðlýsið heldur fram:
Norðlýsið hevur verið í sambandi við lesara, ið vaks upp í Svínoy og nú býr aðrastaðni. Lesarin sigur við blaðið, at tey í mong ár hava ferðast til Svínoynna síðani, og at tey hava havt sera nógva gleði av svimjihylinum har. Hesin lesarin harmast nógv um ringa standin, hylurin er í, og sigur, at tey hava brúkt hann kortini, men nú er tað komið hartil, at tey óttast fyri, at summarið í ár verður tað seinasta, har tey fáa brúkt svimjihylin.
Tað hoyrist – hetta hava vit tó ikki fingið váttað – at Klaksvíkar Kommuna søkir ymiskar grunnar um stuðul til at seta svimjihylin í stand. Hetta átti tó ikki at verið neyðugt, tí talan er um viðlíkahald av slíkum slagi, ið vanliga verður fíggjað við skattakrónum. Hvør kostnaðurin er, vita vit ikki, men tað kann álvaratos ikki kosta alla verðina at viðlíkahalda ein lítlan svimjihyl.
Les alla greinin HER https://nordlysid.fo/tidindi/65744/svimjihylurin-i-svinoy-ma-gerast
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











