Fiskamarknaður Føroya: Meting fyri hesa vikuna (VIKA 31)
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og landar møguliga síðst í vikuni. Vantandi landar eisini ein norskur trolari svartkalva síðst í vikuni.
Fiskamarknaður Føroya ger hesa meting fyri viku 31.
Línuskip: Eitt er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalvi. Tað landar mánadagin.
Útróður: Bæði streymurin og veðri verður rímuliga gott, men av tí at Ólavsøkan er í vikuni, so rokna vit ikki við nakað nógvum útróðri. Fiskaríið er heldur lakari nú.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsrygginum og landar møguliga síðst í vikuni. Vantandi landar eisini ein norskur trolari svartkalva síðst í vikuni.
Partrolarar: Tvey pør fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og landar mánadagin, tríggir eru norðanfyri,
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur