Petur Hans Dahl. veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 31)
Samanumtikið: Hann verður høgur fyrrapart av viku við nakað av vindi og regni, seinnapart av vikuni lágætt og heldur lýggjari, tó regn av og á og møguliga mjørki.
Mánadagur 27. Strúkur í vindi til frískan vind av landn.n. 11-8 m/s, regn ein stóran part av degnum og hitin 8-11 stig
Týsdagur 28. Ólavsøkuaftan. Andøvsgul upp í strúk í vindi av norði snarandi í útn 5-12 m/s, regn seinnapartin og um kvøldið og hitin 8-11 stig
Ónsdagur 29. Ólavsøkudag. Andøvsgul niður í gul av útn snarandi í vestan 9-5 m/s, regn um náttina, men tað slítur í út á dagin og kanska sólglottar seint seinnapartin og turt um kvøldið. Hitin 8-11 stig
Tórsdagur 30. Útn, seinni melur hann ev ymsum ættum, 5-7 m/s, turt fyri tað mesta og sólin kemur fram og hitin 8-12 stig
Fríggjadagur 31. Eystan gangandi í lands 8-10 m/s, regn serliga fyrrapartin, møguliga mjørki eystanfyri og hitin 9-13 stig.
Leygardagur 1. Lands snarandi í sunnan 10-11 m/s, regn fyrrapartin, men seinni kemur sólin fram og hitin 11-12 stig
Sunnudagur 2. Sunnan 11-6 m/s, okkurt æl og sólin sæst av og á og hitin 10-15 stig
Samanumtikið: Hann verður høgur fyrrapart av viku við nakað av vindi og regni, seinnapart av vikuni lágætt og heldur lýggjari, tó regn av og á og møguliga mjørki.
Veðurtekn: Frá viðingi havi eg fingið hetta: Tá sólin skínur av høgætt. er ælið víst. Tað er gamalt her norðuri. Tað kundi arga í hoyna. Best sum hoyggi var turt, komu grovir skúrar. Hetta hevur neyvan verið galdandi fyri øll støð í Føroyun, tí annars harmonerar tað illa við sangin hjá Mikkjal á Ryggi: Í høgætt í hoyna, hvør maður má royna, sín arm og sín rygg. Annars eru lágættirnar tær góðu terraættirnar hjá okkum her norðuri.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Útn.n 7 m/s, skýggja, regn og hitin 8 stig
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











