Tobbi: Nestorurin í Bø var eirindaleysur
Útsøgnin kom eisini úr einum vinnupolitiskum sjónarhorni, og gjósturin, sum fór um skálan, kendist margháttligur. Soleiðis tekur Tobbi til, á facebook, í samband við at bókin um Bakkafrost varð løgd fram
Tað eru savningarløtur, sum ongantíð fara úr minninum, og løtan í dag, táið bókin um Bakkafrost varð løgd fram, hevur nú lagt seg afturat hesum sum ein einastandandi løta.
Nestorurin í Bø var eirindaleysur, táið hann tók samanum í frálíku røðuni, og segði teimum møttu, leysliga eftir minninum:
"Nú eru vit komin at teimum mørkum, har tað snýr seg um annaðhvørt Føroyar ella Danmark. Danska tjóðrið fer at styttast fyri hvønn dag sum gongur, tí er nú bara eitt til ráða at taka, at skipa Føroyar sum ein sjálvstøðugan stat."
Útsøgnin kom eisini úr einum vinnupolitiskum sjónarhorni, og gjósturin, sum fór um skálan, kendist margháttligur. Løgmaður og vinnumálaráðharrin vóru har, umboðandi íhaldið, men gamli loysingarmaðurin norðaneftir gjørdi bart kortini.
At hendan fráboðanin skuldi koma í mínari egnu heimbygd, á Glyvrum, tað kendist stórt.
Ikki óvæntað eru vit báðir Líggjas samdir um handan spurningin
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











