Trý stev aftur og einki fram!
Tað er sera hugstoytt - júst nú vit hava hátíðarhildið 3 ára dagin fyri at føroyskt teknmál gjørdist alment føroyskt mál, - at ásanna at deyv ikki vóru boðin við á ólavsøku 2020.
Fyri fyrstu ferð í 25 ár, var als ongin teknmálstulking av setan, gudstænastu, røðu løgmans, ella av nøkrum av tilfarðium, ið var sent í KVF.
Einasta sending, har teknmál- og tulking varð umrøtt, var sum skemt í ólavsøku kabarettini. Av tí at sendingin hvørki var tulkað ella tekstað vita vit ikki hvat gjøldur bleiv gjørt burtur úr, uttan tó, at vit sóu at ”tulkanir” á pallinum hoknaðu av strongd og mátti við sjúkrabili. Tað er ikki heilt veruleikafjart, tí tað eru snøkt sagt ongir tulkar í føstum starvi longur.
Teknmálstulkatænstan er løgd undir Almannaverkið í 2019. Av onkrari orsøk er starvsfólkatalið minkað við meira enn einari helvt í hesum tíðarskeiði. Vit vita tó at onkrir fríyrkistulkar eru í Føroyum
Deyvafelag Føroya kennir væl til at bráðfeingistørvur er á tulkum, og at vit í nógvum viðurskiftum eru vorin málleys orsaka av hesum. Vit fáa ikki tulkar til okkara gerandisdag, og so als ikki til tíðindi og kunning, ið ikki umfatar COVID-19.
Tað, ið harmar okkum mest, nú ólavsøka hevur verið,er at avvarandi myndugleikar lótust ikki um vón. Tey vendu sær ikki til okkara, um so var at tey ikki fingu tulk. Ei heldur gjørdu tey vart við óhepnu støðuna. Hvørki Tórshavnar kommuna, Løgmansskrivstova ella KVF, hóast klárar skyldur og reglur
Vit hava gjørt landsins myndugleikar varugar við okkara mál- og tulkastøðu fleiri ferðir seinastu árini, so tað er ikki vitan í vantar.
Nei- vit sluppu ikki í dansiringin í ár – tí í okkara ringi eru trý stev aftur og einki fram,
Við kvøðu
Deyvafelag Føroya
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











