Klaksvíkar Sleipistøð gjørt arbeiði umborð á Finni Fríða
Talan er um ein hekkukrana, sum verður brúktur at fáa posan út við og eisini at hjálpa til við lemmunum við hvørt.
Finnur Fríði nýggjan hekkukrana
Finnur Fríði hevur ligið á Klaksvík í góða viku og bíðað eftir nýggjum hekkukrana
Í morgun fóru menn frá KSS og stóri kranin hjá IR-bilar at montera kranan av slagnum SeaQuest, sum er 12 m til longdar og lyftir 5 tons. Tann gamli kranin lyfti bert góð 2 tons, so hesin ger góðan mun.
Hekkukranin verður brúktur at fáa posan út við og eisini at hjálpa til við lemmunum við hvørt.
Nýggi kranin, sum er gjørdur í Írlandi, er av merkingum SeaQuest, sum KSS hevur staðið fyri at útvega og seta upp.
Teir frá Varðanum rokna við, at Finnur Fríði fer til makrel seinni í august.
Tekstin og myndirnar eigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











