Loksins eydnaðist tað at avgreiða BankNordik Open 2020
Tórshavnar Golffelag skrivaði soleiðis um BankNordik Open 2020 á facebook. Veðurvánirnar gjørdu, at kappingin ikki varð spæld leygardagin, men útsett til sunnudagin. Men tá regnaði tað av grimd.
27.juli regnaði eisini, men umleið klokkan hálvgun níggju sleit í. BankNordik Open er tann mest fjøltáttaða golfkappingin hjá Tórshavnar Golffelagi. Alt í alt ein frálíkur dagur, sum endaði við kaffi/te og framúr góðum køkum frá Jens Christiani - felagsins bakara.
Úrslitini gjørdust hesi:
Flest stabelford-stig eftir 9 teimum fyrstu holunum:
Bjarne Jørgensen 23 stig
Liðkappingin.
Liðið við flest stabelford-stigum 35,5 stigum í meðal:
Bjarne Jørgensen og
Kaj Antoniussen
Slagkappingin:
Fægst sløg eftir 18 holum:
Palli Henriksen 90 sløg
(Óskar Eiriksson og Jens Guttesen høvdu
eisini 90 sløg, men Palli hevur hægri handikapp)
Flest stig eftir 18 holum:
1. Bjarne Jørgensen 41 stig
2. Palli Henriksen 35 stig
3. Jógvan Amonsson 35 stig
(Palli hevur lægri handikapp og vinnur
tí á Jógvani í Stableford-kappingini)
Her standa vinnararnir!
Tað skeivar Tórshavnar Golffelag á facebook.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











