MYNDIR: Væleydnað ólavsøka í grannaløgunum
Bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendu úr grannaløgum í Havn, har skipað var fyri ólavsøkuhaldi.
Tiltøkini í grannaløgunum kring býin vóru yvirhøvur sera væleydnað, samstarvið var gott og fólk fegnaðust bæði um sosialu samveruna og um stuðulin frá kommununi, sum í flestu førum fór til leigu av tjøldum og til undirhald frá tónleikarum og øðrum.
Hesar myndirnar eru frá einum av nýggjastu grannaløgunum í høvuðsstaðnum, oman Gil í Hoyvík. Har var tjald sett upp á parkeringsøkinum við nýggja spæliplássið, børnini gingu skrúðgongu og klovnurin Bubu undirhelt. Fleiri spøl vóru til børnini á spæliplássinum.
Um dagin varð farið at grilla. Seinnapartin spældu Danny & Ingi á parkeringsøkinum og um kvøldið hevði Jens Marni konsert í tjaldinum. Kvøldið endaði við einum drekkamunni og felagssangi afturvið útvarpinum í tjaldinum.
torshavn.fo
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











