Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bjarni Djurholm: Løgmaður neyðtøkumaður? Hvussu lágt kann mann ríða?

Innanlands, Lesarabrøv | 31/07-2020 16:00

At kalla løgmann fyri (politiskan) neyðtøkumann avdúkar lyndi hjá teimum, sum ongantíð hava hámett fólkaræðið, men ístaðin hava nýtt alla sína politisku tilveru at undirgrava og forða virðunum í frælsa heiminum. Tað skrivar Bjarni Djurholm. Les alt niðanfyri.

Bárður á Steig Nielsen helt ein góða og siðiliga løgmansrøðu, sum er fallin Árna Dahl fyri hansara politiska einaræðisbróst, við undanførsluni um at verja Mikkjal á Ryggi - okkara kanska størsta sálma- og sangskald, framúr eygleiðari, listamaður og formidlari.

Mikkjal, sum var íhildin av náttúru, romantikari av lyndi og frásøgumaður av Gud náði, hevði neyvan játtað politiska arvagóðsið hjá Árna Dahl, har fyrimyndirnar farnu mansaldrarnar hava verið Lenin, Stalin, Khrusjtjov, Bresjnev og so annars allur einaræðisbandin í kommunistiska heiminum.

Summi halda, at politiska óminnið fjalir stuðulin og virksemið hjá sosialistisku apologetunum undir kalda krígnum, til múrarnir rapaðu og øll óhumskan gjørdist almenn vitan, men soleiðis er kortini ikki.

At kalla løgmann fyri (politiskan) neyðtøkumann avdúkar lyndi hjá teimum, sum ongantíð hava hámett fólkaræðið, men ístaðin hava nýtt alla sína politisku tilveru at undirgrava og forða virðunum í frælsa heiminum.

Sí eisini greinina sum Bjarni Djurholm sipar til hjá Árna Dahl, sum eitur "Tá ið løgmaður neyðtók Mikkjal á Ryggi" 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Til lukku Bárður
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
So eksploderaði smittan: 14 nýggir koronatilburðir
Danmark setir fleiri lond á gula listan
Sigla olju út um landið
Malawi: ein veik glæma úr Afrika
Miðil: Ein matstova í Eysturoynni helt ikki kunngerð­ina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi