Petur Hans Dahl. veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 32)
Samanumtikið; Skiftandi veður við nakað av vindi og regni av og á, tó onkrir dagar við sól við hita upp til 15 stig
Mánadagur 3. Frískur vindur av úts 8-10 m/s, regn um morgunin og ælaveður um dagin, tó klárari í kvøld og sólin sæst og hitin 9-11 stig
Týsdagur 4. Andøvsgul niður í gul av úts gangandi í sunnan 8-4 m/s, seinni strúkur í vindi av lands 11 m/s, okkurt æl, men regn um kvøldið, og hitin 9-12 stig
Ónsdagur 5. Frískur vindur av eystri snarandi í úts 9-10 m/s, okkurt æl og hitin 10 -12 stig
Tórsdagur 6. Úts.s 10-12 m/s, ælaveður og møguliga mjørki, tó kann sólin koma fram og hitin 10-13 stig
Fríggjadagur 7. Úts minkandi frá 10 -4 m/s, ælaveður, men sólin sæst seinnapartin og hitin 10-13 stig
Leygardagur 8. Úts snarandi í vestan 6-12 m/s, regn av og á og hitin 10-13 stig
Sunnudagur 9. Úts 8-10 m/s, turt og sólin sær og hitin 10-13 stig
Samanumtikið; Skiftandi veður við nakað av vindi og regni av og á, tó onkrir dagar við sól við hita upp til 15 stig
Veðurtekn; Ein eldri maður úr Lorvík fortaldi mær, at hann og aðrir við honum høvdu lagt til merkis, at tá ið skip lá tvørs í sjónum og nógvur fuglur var so sum rita og náti, so merkti tað varandi illveður, um fuglurin savnaðist í læ av skipinum. Harafturímóti, savnaðist hann í luv, so bleiv betri veður.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Úts 7 m/s, regn og hitin 10 stig
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











