SEV fer framhaldandi at hava slóðbrótandi leiklutin
Tá Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, setti seg í stjórastólin í elfelagnum fyri góðum 10 árum síðani, var tað við stórari virðing fyri teimum, sum longu høvdu gingið undan á elorkuøkinum í fleiri áratíggju.
SEV hevur altíð slóðað fyri á elorkuøkinum, og líta vit bert 10 ár aftur í tíðina, so ber til at siga, at slóðbrótandi leikluturin er munandi styrktur seinnu árini – nógvum góðum fólkum fyri at takka, staðfestir stjórin.
Tá Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, setti seg í stjórastólin í elfelagnum fyri góðum 10 árum síðani, var tað við stórari virðing fyri teimum, sum longu høvdu gingið undan á elorkuøkinum í fleiri áratíggju.
- Eg var tilvitaður um, at SEV er ein interkommunalur felagsskapur, sum við slóðbrótandi arbeiði eigur sín stóra lut í, at Føroyar gjørdust eitt framkomið samfelag, sigur Hákun Djurhuus, tá hann bæði lítur aftur á søguna hjá elfelagnum og sína egnu tíð í stjórasessinum.
Hákun Djurhuus visti, at hann kom til eina fyritøku, sum ikki bert skuldi rekast víðari í einum dagligum virksemi, men at talan var um ein felagsskap við serligum týdningi fyri føroyska samfelagið – samfelagsins lívæðr.
- Tað er týdningarmikið fyri SEV áhaldandi at seta sær nýggj og mennandi mál vegna alt samfelagið, samstundis sum vit alla tíðina tryggja borgarum, vinnulívi og almennu skipanini eina støðuga elveiting alt samdøgrið, sigur Hákun Djurhuus.
SEV-stjórin er sannførdur um, at sama hvussu politiski myndugleikin velur at skipa elorkuøkið í Føroyum frameftir, so fer SEV framhaldandi at hava slóðbrótandi leiklutin.
- Vit noyðast alla tíðina at hugsa framtíðarmyndir – bæði um elorkutørvin, veitingartrygd og grøna orku. Tað er SEV, sum altíð skal elføða alt samfelagið, og tískil liggur slóðbrótandi virksemið í DNA’num hjá elfelagnum, sum verður 75 ár 1. oktober 2021, staðfestir Hákun Djurhuus.
Tað stendur at lesa á sev.fo
Les alla greinina HER https://sev.sansir.net/roknskapur2019/sev-er-slodbrotarin-a-elorkuokinum/
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











