Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jóhan Petur í Soylu: Eg eri givin á sjónum!

Fiskivinna | 01/08-2020 15:30

Orðini eigur Jóhan Petur í Soylu, á Sandi, sum hevur ført Eysturbúgvan síðani teir keyptu hann í 1994.

Ikki tí, Jóhan Petur stóð á brúnni tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun.

-Jú, jú, eg eri givin á sjónum! Eg havi bara verið ein avloysaratúr sum stýrimaður. Eg kom á “landsliðið” í summar, so nú eri eg givin eftir 40 góð ár á sjónum.

Jóhan Petur arbeidi heima í nøkur ár, men tað treivst hann ikki við. Hann fór so aftur til skips og sjólívið hevur verið tað besta arbeiðið fyri hann.
Hann hevur bæði siglt sum maskinmeistari og sum skipari.

-Vit keyptu Eysturbúgvan á tvangi í 1994 – sum var ein krepputíð. Tað hevur bæði verið spennandi og strævið at rikið skipið, men vit hava staðið saman um Eysturbúgvan og tað hevur borið til. Vit hava samtrolað við Vesturbúgvan øll árini- sigur Jóhan Petur lítillátur og takksamur.

Nú hann gevst á sjónum, gleðir hann seg til at vera meiri saman við familjuni og at fáa betri tíð at taka sær av seyði og jørð.

Í morgun landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin 270 tons av gullaksi á Toftum, sum Tavan i Leirvík keypir.

Kvotan av gullaksið, sum er 11.700 tons í ár, er um at vera uppifiskað. Tavan keypir ikki meira í ár og tí koma tey trý pørini, sum veiða gullaks, at landa restina av kvotuni aðrastaðni.

Sjómanstrúboðarin bað eina bøn saman við Jóhan Petur, har takkað var fyri mongu árini og skip, manning - og teirra kæru løgd í Harrans hendur.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónun, sum eisini eigur myndina. TJ-myndir. 

Fleiri myndir eru https://www.facebook.com/sjomansmissionin/photos/pcb.1458426904204851/1458423860871822/?type=3&theater 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Dimma.fo loysir
Eitt er neyðugt
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi