Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Suðuroyingarnir taka ímóti NSÍ

Innanlands, Ítrottur | 30/04-2017 11:39

Oddaliðið, TB/FCS/Royn, tekur ímóti NSÍ, meðan Víkingur, ið er nummar tvey á stigatalvuni, skal í Gundadal, har HB er mótstøðuliðið.

Oddaliðið í Effodeildini, TB/FCS/Royn, tekur ímóti NSÍ við Stórá seinnapartin, har dysturin byrjar klokkan 14.30. Fótbóltslagið í Suðuroy er betri, enn tað hevur verið í nógv ár, tí felagsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan við 12 stigum fyri fimm dystir.

Seinasta umfar vendu suðuroyingarnir dystinum móti B36, tá teir vunnu 3-2 eftir at hava verið aftanfyri við tveimum. NSÍ fekk ein týdningarmiklan sigur móti HB í seinasta umfari, tá teir spældu allan 2. hálvleik við 10 monnum. Runavíkingarnir høvdu tað torført ímóti TB í Suðuroy í fjør, tá tað bleiv til tvey tap við Stórá.

Í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið hittust feløgini bæði, og tá noyddust liðini út í umdyst, har NSÍ fekk avgerandi málið til 3-2.

Meistararnir úr Víkingi vitja í Gundadali, har HB er vertur. Víkingur bjargaði sær javnleik í evstu løtu móti KÍ í seinasta umfari, meðan HB ikki megnaði at skora móti NSÍ, hóast teir vóru ein maður fleiri í øðrum hálvleiki.

Trupulleikin hjá HB hevur verið, at teir ikki skora nóg nógv mál. Tríggjar ferðir eru teir farnir málleysir av vøllinum, meðan Víkingur hevur skorað hvørja ferð.

KÍ skal til Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti. Bæði liðini kendu seg vónbrotin síðsta vikuskifti. KÍ misti sigurin móti Víkingi í yvirtíðini, meðan EB/Streymur ikki gjørdi sær dælt av fleiri góðum málmøguleikum, og so endaði tað við tapi fyri 07 Vestur.

Fjórði dysturin í dag er ímillum 07 Vestur og Skála. Tað sá einki serligt út hjá heimaliðnum eftir trimum umførum, tá teir einki stig og einki mál høvdu, men síðan hava Trygvi Mortensen og hansara menn vunnið tvær ferðir á rað. Skála hevur enn ikki skorað í Effodeildini, men hevur trý stig fyri tríggjar málleysar javnleikir.

Í gjár vann B36 greiðan 4-0 sigur móti ÍF í fyrsta dystinum hetta umfarið. Patrik Johannesen og Benjamin Heinesen skutu tvey mál í part, og Jákup á Borg fekk sín fyrsta sigur í landskappingini sum høvuðsvenjari.

Dystirnir í dag:
TB/FCS/Royn-NSÍ: 14.30
HB-Víkingur: 15.00
EB/Streymur-KÍ: 15.00
07 Vestur-Skála: 15.00


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi