Gera nýggja roynd at burturbeina trolara við Svalbard
Tað var 28. desember í 2018 at Northguider rendi upp á turt. Skipið varð seinni tømt fyri diesel, oljuframleiðslur, trol og eltøkni. Tí er ongin bráðfeingis umhvørvisvandi av vrakinum. Tað skeivar heimasíðan antares.fo. Les alla greinin niðanfyri.
Bjargingarfelagið, SMIT Salvage, fer nú undir eina nýggja roynd at burturbeina trolaran, Northguider, sum rendi upp á turt í Hinlopen við Svalbard í desember 2018.
Hetta er fyrstu ferð, at royndir verða gjørdar at burturbeina skipsvrak so langt norðuri. Royndir vórðu eisini gjørdar í fjør, men tey vóru noydd at gevast við teimum royndunum, tí veður- og ísviðurskiftini vóru so vánalig.
Tað var 28. desember í 2018 at Northguider rendi upp á turt. Skipið varð seinni tømt fyri diesel, oljuframleiðslur, trol og eltøkni. Tí er ongin bráðfeingis umhvørvisvandi av vrakinum.
Men vrakið liggur í einum øki, sum er friðað, og sambært málunum, Noreg hevur sett fyri Svalbard, er tað av stórum týdningi at fáa vrakið burturbeint.
Ætlanin er at býta trolaran upp í smærri partar uppá umleið 5 tons hvør, sum síðan skulu lyftast yvir á lektarar og siglast burtur haðani.
Kelda: antares/Skipsrevyen
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











