Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Góðu tit, sum ráða fyri borgum, latið tann blomstrandi partin av tí almenna fáa frið

Innanlands, Lesarabrøv | 03/08-2020 10:24

Tað er ein óvani altíð at fara í urtagarðin hjá hinum og henta nýútsprungnu blómurnar, og seta tær í ein vasa inni í stovuni hjá sær sjálvum, ella selja tær til onkran annan.

Latið blómurnar fáa frið!
Farið nú væl um ognir føroyinga. Hesar grundsúlur føroyinga - almennu partafeløgini -hava tikið virkseminum mansaldrar at byggja upp. Feløgini eru sólskinssøgur og fyrimyndir fyri nógv onnur framkomin lond í dag. Latið nú verða við at selja hesi til tey, sum ikki hava somu áhugamál, sum tað almenna hevur víst seg at hava - og eigur at hava!

Afturvendandi grundgevingin hjá teimum, sum vilja selja almennu partafeløgini er, at hesi hava ein bygna, sum ikki virkar. At man ikki fær alment innlit er nakað, sum hevur verið kritiserað. Jamen, er tað tað, so er at broyta ta greinina, so hon ikki er ein forðing fyri innliti.

Og so siga tey, at man skal privatisera, tí tað er tað, sum er best fyri borgaran. Men selur man t.d Føroya Tele, so kann broytingin lættliga gerast, at vitanin, sum FT hevur bygt upp í eina øld verður seld av landinum, og so verða nakrar sølubúðir settar upp í Føroyum, og vinningsbýtið sent av landinum. Hvat er tá vunnið – fyri føroyingar?

Tá ið Eik-banki var í hæddini fyrst í øldini, vóru sterkir lobbyistar, sum vildu privatisera allan Føroya Banka. Vit fingu aftur og aftur at vita, at um vit ikki loyvdu hesum, so fór FB at verða munandi afturúrsilgdur í mun til Eik-banka, - har alt jú gekk við rúkandi ferð. Lukkutíð forðaði bankakreppan í 2008 privatiseringini av FB fult út. FB slapp tí ikki at herma eftir - ella kappast á jøvnum føti, sum tað eitur, við Eik. Um lobbyistarnir fingu sín vilja, hvørjum hevði hetta so annars havt gagnað?

Góðu tit, sum ráða fyri borgum, latið tann blomstrandi partin av tí almenna fáa frið, so leingi sum hann blomstrar.
Tað er ein óvani altíð at fara í urtagarðin hjá hinum og henta nýútsprungnu blómurnar, og seta tær í ein vasa inni í stovuni hjá sær sjálvum, ella selja tær til onkran annan.

Tað skrivar Anita á Fríðriksmørk á sínum facbook-vanga.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi