Fleiri sendingar verða bodnar út á KVF.fo
KVF tilskilar sær rættin til at leggja dent á yrkisføri, persónligar eginleikar hjá verti og á veitingartrygd. Freistin at bjóða seg fram til at gera sendingarnar er 16. august 2020
Kringvarpið bjóðar fleiri sendingar út til fríyrkisfólk ella framleiðslueindir uttan fyri húsið at framleiða til vetrarskránna 20/21. Talan er um sendingar sum skulu sendst frá september 2020 til mai ella juni 2021
Sendingarnar sum KVF bjóðar út eru hesar:
Countrysending, Gospelsending, Jazzofonin, Mono, Nýggjur tónleikur og Pressan. Allar sendingar eru ein vikulig sending í vetrarskránni 2020/21, t.e. frá september 2020 til mai ella juni 2021
Freistin at bjóða seg fram til at gera sendingarnar er 16.august 2020.
Public service sáttmálin
At Kringvarpið bjóðar sendingar út er í tráð við public service sáttmálan, har tað stendur í §5.1.5 at: Kringvarpið eigur at hava eitt opið og skipað samstarv við framleiðslueindir uttan fyri stovnin, bæði feløg og einstaklingar. Stovnurin eigur í ávísan mun at bjóða framleiðslur út og keypa lidnar framleiðslur og konsept.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











