Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Hildu Ólavsøku á Lúsabankanum

Innanlands, Vinnulív | 03/08-2020 14:43

Hóast hetta, er longsti túrur at sigla á fiskileið, so er hetta ein av skjótastu og bestu túrum, vit hava gjørt á gulllaksinum í ár.

-Vit hava roynt eftir gulllaksi á Lúsabankanum. Tað eru 180 fjórðingar at sigla út á bankan, so vit kunnu óivað siga, at vit hava verið so langt frá ólavsøkuni sum ein ísfiskatrolari kann fiska undir Føroyum.- Tað sigur Kristen Friis, skipari, á Skoraberg, sum samtrolar við tvíburin Fuglberg.

-Hóast hetta, er longsti túrur at sigla á fiskileið, so er hetta ein av skjótastu og bestu túrum, vit hava gjørt á gulllaksinum í ár. Vit fóru mánakvøldið og nú er leygardagur og vit eru aftur við fullum skipum. Skipini gjørdu trý vanlig tóv hvørt og so tvey stutt hvør, og so var meiri enn uppí kørini, áleið eini 250 tons tilsamans,- sigur hann.

-Vit hava fiskað gulllaks í fýra mánaðir, og tað er tann tíðin, vit vanliga nýta at fiska okkara part av kvotuni á uml. 4000 tons. Vit gera vanliga fýra túrar um mánaðin og liggja um 1000 tons um mánaðin. Gulllaksurin hevur verið størri í ár enn í fjør, uml. 500 gram í miðal, men tíverri hevur prísurin verið lægri enn í fjør,- sigur hann.

-Kvotan hjá okkum er uppfiskað, meðan hini bæði gulllaksapørini hava nøkur tons eftir. Vit komu á Toftir eftir nøkrum tonsum av ísi, tí okkara ísmaskina fekk trupuleikar og tí, at vit skulu ikki landa í Kollafirði fyrr enn mánadagin. Nú skulu skipini á beding; so nú fáa vit nakrar frídagar. Aftaná fara vit aftur á upsaveiðu,- sigur Kristen Friis.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Teir vóru væl nøgdir, og tíð var bæði til drekka, práta og eina takkarbøn til Guds.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin, sum eisini eigur myndirnar. TJ-myndir 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi