M. C. RESTORFF SJEYTI
Í dag fyllir Martin Christian, vanliga nevndur MC Restorff, sjeyti ár. Foreldur hansara vóru Christian Dal-Restorff og Maria, född Joensen, bæði fødd og uppvaksin i Havn.
Meðan hini trý eldru systkini, Jóhan, Birgit og Kirstin eru fødd við Áarvegin, har niðari parturin av Hotel Hafnia er, er MC føddur í heiminum á Hoyvíksvegi 17 hin 4. august 1950, eftir at húskið flutti av Áarvegnum og niðan á Hoyvíksvegin. Omman, Jóhanna Restorff, flutti niðan saman við húskinum.
Sangur og tónleikur var ein sterkur strongur bæði í faðir- og móðurætt. Restorfsættin er á tremur við kendum og hollum tónleikarum. Abbin i móðurætt, Hans Joensen, undir Kletti í Havn, var bæði orgulspælari og forsangari í samkomuni í Ebenezer. Pápin Christian Restorff var í mong ár fiólspælari í musikkskúlanum í Havn.
MC byrjaði tíðliga at gera vart við seg sum tónleikari ungdómsarbeiðinum i samkomuni í Ebenezer og stovnaði Nikodemusarsangbólkin fyrst i 1970-unum. Mergjaða sangútgávan av "Meistarans hond" telist millum fremstu sang- og tónleikaútgávur í landinum.
Í hesum sambandi fari eg nevna sangin, sum MC gjørdi um kvinunna í Jóhannesar evangelium 8. kapitli.
Ein so bergtakandi sangur, sum hann og sangfólk hansara sendu út á føroyska plátumarknaðin, sum tolir samanbering við tað allarbesta, ið nakrantíð er útgivið i Føroyum.
Eg minnist enn týðiliga tað, ið eg segði við Birgit, konu mína, tá ið vit hoyrdu sangin á fyrsta sinni í útvarpinum: "Tað fer helst at koma fyri ein dag, at hetta tónleikaverk, sum beiggi tín hevur gjørt, fer at gerast tað besta, sum hann nakrantíð gjørdi í livi sínum." Í dag - útvið fimmti ár seinni - havi eg ikki broytt hugsan.
Síðani er mangt gott av somu dygd komið frá hansara hond og penni. Einki er at taka seg aftur í at siga, at MC Restorff er ein úrmælingur innan tónlist, sang og skaldskap - eisini á andaliga økinum.
Hjartaliga tilukku MC við signing Guds framyvir!
Svenning svágur
og Birgit systir
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











