Bátatreffið 7.-9. august í Klaksvík er avlýst
Av tí at smitta aftur er staðfest í Føroyum er tiltakið avlýst. Øll loyvir vóru komin uppá pláss frá Klaksvíkar Kommunu, Klaksvíkar Havn og Koronaráðgevingini.
Norðoya Bjargingarfelag saman við Norðoya Kunningarstovu hava avgjørt, at avlýsa ætlaða Bátatreffið, sum skuldi verða í Klaksvík hetta vikuskiftið, av tí at smitta er aftur staðfest í Føroyum. "Vit gera hetta, tí at so nógv av okkum starvast innan heilsuverkið", sigur Birna frá Norðoya Bjargingarfelag.
Tað skrivar nordlysid.fo í dag.
Vit skrivaðu 30.06 soleiðis á R7.fo
Bátastevna í Klaksvík í August
Tær plaga at vera hvørt ár í Vestmanna og á Toftum í mai, men Korona broytti alt. Bátastevnan í Vestmanna var avlýst og somuleiðis Bátafestivalurin á Toftum. Nú hevur Anskar Hansen í Klaksvík boða frá, at eitt bátatreff verður í Klaksvík, hóast Summarfestiválurin í Klaksvík 2020 er avlýstur.
Bátatreffið verður júst tað vikuskiftið sum Summarfestiválurin skuldi vera. Øll loyvir eru komin uppá pláss frá Klaksvíkar Kommunu, Klaksvíkar Havn og Koronaráðgevingini.
Bátatreffið verður 7. 8. og 9.august.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur