Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vaglið súltar Ovara vøll !

Innanlands, Lesarabrøv | 05/08-2020 09:00

Skal ein nýggj býráðssamgonga eftir valið koma afturumaftur við nýggjari játtan til alt tað, sum henda samgongan ikki megnaði, verða tað børnini og tey ungu í Gundadali, ið koma at bløða fyri tað. Tí kann eingin liva við!

Hóast fótbólturin í høvuðsstaðnum hevur alstóran tørv á at fáa vøllin aftur til bæði venjing og dyst, gongur arbeiði at skifta graslíki og betra umstøðurnar á Ovara vølli so seint, at hann við hetta lag ikki verður liðugur enn á sinni!

Tað skilst á lagnum, at fótbóltsfeløgini í Havn aftur eru hørm um, at leiðslan á Vaglinum alt annað enn raðfestir ítróttin ovarlaga í sínum politiska arbeiði. Hesaferð er tað Ovari vøllur, tað snýr seg um.

Langt um leingi er arbeiði at skifta graslíki og leggja sprinklaraskipan í vøllin farið í gongd, men tíverri verður tað ikki raðfest, so tí gongur tað øgiliga seint. Lítil manning er sett av og púrt eingin ferð á arbeiðinum, ið heldur ikki verður liðugt fyrr enn einaferð í september mánaði.

Hetta er átaluvert, tí tað ber ikki til at hava so lítla virðing fyri fótbóltinum í Havn, sum sjálvur hevur lagt orku og arbeiðismegi í tað fyrsta, sum skuldi gerast. Sjálvboðin settu feløgini gongd á arbeiðið við at taka gamla graslíkið burtur, men tá ið parturin hjá kommununi stóð fyri tørni, kom arbeiðið í drag.

Alt í hálvum gekki
Barna- og ungdómsliðini hjá HB og B36, sum eru nógv í tali, hava í løtuni bara ein vøll til taks, og hartil hava oddalið okkara í bestu deildini vánaligar umstøður, tí Ovari vøllur er ikki tøkur. Alt í lagi við tí, at vøllurin verður dagførdur, men ferð má setast á arbeiðið, so tað munar nakað. Skal tað til, so er at framskunda arbeiði og vera í gongd um kvøldarnar eisini, so tað kann fáast frá hondini sum skjótast.

Vit í Javnaðarflokkinum eru til reiðar at játta eyka pening til, so ferð kann verða sett á arbeiðið, tí vit kunnu ikki ganga við til, at keðiliga arbeiðslagið hjá “ovastu sovjettini” á Vaglinum skal ganga út yvir ungdómin og úrslitini, ið sjálvandi verða ávirkað av vánaligu umstøðunum.

Vaglið stendur fyri lappaloysnum, har einki verður gjørt liðugt. Annað dømi um tað eru ljósini í Gundadali, sum øll áttu at verið skift samstundis og ikki sum nú, at tveir steyrar verða skiftir í senn. Her er beinanvegin neyðugt við størri játtan, so Gundadalur ikki endar í hálvum gekki, og tað vilja vit fegin virka við til.

Skal ein nýggj býráðssamgonga eftir valið koma afturumaftur við nýggjari játtan til alt tað, sum henda samgongan ikki megnaði, verða tað børnini og tey ungu í Gundadali, ið koma at bløða fyri tað. Tí kann eingin liva við!

Tróndur Sigurðsson
býráðslimur


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi