Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góð útlit eru fyri, at ovari vøllur í Gundadali verður liðugur í hesum mánaðinum

Innanlands, Tíðindaskriv | 05/08-2020 09:30

Býráðið hevur játtað 5 miljónir til ovara vøll í ár og 4 miljónir eru avsettar í langtíðarætlanini fyri næsta ár, t.v.s. 9 miljónir íalt. Hetta eru søguligar upphæddir, so nógv er ikki játtað í mong ár.

Góð útlit eru fyri, at ovari vøllur í Gundadali verður liðugur í hesum mánaðinum. Tilsamans 9 miljónir eru játtaðar til ígongdverandi arbeiði.

9. juli byrjaði arbeiðið við at endurnýggja graslíkið og undirliggjandi stoytdoyvingarlagið, umframt fyrireika sprinklaraskipan v.m. Tá var meldað út at, arbeiðið skuldi vera liðugt í seinasta lagi 5. september.

Tað gekk væl at fáa tikið av graslíki, og stoytdoyvingarlagið og verður tað alt burturbeint sambært nýggjum umhvørviskrøvum. Síðani hevur verið arbeitt við at fyrireika sprinklaraskipan og fáa neyvt greiði á javnleikanum á drenasfaltlagnum, ið liggur undir stoytdoyvingarlagnum og graslíkinum.

Drensasfaltlagið er heilt afturi frá 1986, tá fyrsti graslíkisvøllurin kom á Ovara vøll í Gundadali. Hetta er neyðugt fyri at lidna verkætlanin kann uppfylla galdandi krøv frá FIFA (FIFA Quality Pro) til slíkar leikvøllir, ið skulu brúkast til evropeiskan klubbfótbólt.

Í hesi vikuni verða rør o.a. til sprinklaraskipanina sett saman og gravirnar til sprinklaraskipanina tyrvdar aftur og asfalteraðar, umframt at slíðrar vera gjørdir til høvuðsmálstengurnar, umframt at arbeitt verður við at fáa drenasfaltlagið javnað nakað.

Hósdagin kemur tilfar og amboð til at leggja stoytdoyvingarlag til økið. Tað verður ætlandi byrjað at leggja stoytdoyvingarlagið á fríggjadagin ella leygardagin. Um alt gongur væl tekur tað umleið eina viku og verður síðani farið undir at leggja graslíki og ífylluna, ið er kvartssandur og TPE-gummi, ið væntandi tekur umleið 2-3 vikur.

Sostatt eru góð útlit fyri, at arbeiðið kann vera liðugt síðst í august, m.a. tí at føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir UEFA Nations League móti Malta á Tórsvølli 3. september, og tað avmarkar annað virksemi har.

Veðrið, herundir serliga lítið avfall, er sera avgerandi fyri at kunna útinna arbeiðið við stoytdoyvingarlagi og graslíki á nøktandi hátt, og er tí ávís óvissa um metingarnar av dagatalinum.

Ímeðan Ovari vøllur hevur verið úr rakstri hava HB og B36 klárað seg við Tórsvølli til dystir og venjing, og við Niðara vølli til venjing, umframt møguleika at brúka hinar fótbóltsvallirnar í kommununi, t.e. Hoyvíksvøll, Vøllin í Vika og Eysturvøll.

Harumframt hava Betri-deildarliðini hjá feløgunum menn og kvinnur spælt dystir á Tórsvølli í juli/august. Tað hevur sum heild eydnast væl fyriskipanarliga og áskoðarar hava notið hentleikararnar har.

Í heyst verður ætlandi hildið fram við at fyrireika gerð av nýggjari ljósskipan til Ovara vøll, ið ætlandi skal vera klár á várið 2021, og at fáa sprinklaraskipanina endaliga klára til nýtslu, umframt eina røð av øðrum ábótum í økinum.

Í 2021 verður eisini farið undir at høvuðsumvæla og endurnýggja niðara vøll, umframt at skifta graslíkið á Tórsvølli og at betra um sprinklaraskipanina har.

Býráðið hevur játtað 5 miljónir til ovara vøll í ár og 4 miljónir eru avsettar í langtíðarætlanini fyri næsta ár, t.v.s. 9 miljónir íalt. Hetta eru søguligar upphæddir, so nógv er ikki játtað í mong ár.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi