Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Her eru 44.000 fólk koronakannað. Tað kann samanberast við, at ein milliard (1.000.000.000) kinesarar vórðu kannaðir fyri COVID-19.
Í dag settu vit okkum sjálvboðin í bilin og krøktu okkum í koronakøina, sum rakk heilt frá Landssjúkrahúsinum til onkustaðni væl sunnanfyri Glasir á Marknagilsvegnum í Havn. Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar. Tað var sum ein flogferð úr Keflavík til New York.
Ein mikið undirhaldandi larrferð, tí at tíðin gekk m.a. við at lesa øll tey ókristiligu álopini á Facebook á bisp, tí hann hevði nevnt syndtyngdar barrvørðar við einum ella tveimum orðum.
Komin til landssjúkrahúsøkið skrásettu tvær dugnaligar sjúkrasystrar okkum skjótt og væl, áðrenn vit snaraðu oman á kapelløkið. Har gekk ferðslan ruddiliga, og eitt-tvey-trý høvdu tvær sera blíðar systrar aftrat avgreitt okkara ørindi. Jú, har vóru eisini sjúkrabrøður.
Ein fragd at vita, at starvsliðið á Landssjúkrahúsinum er so professionelt og fyrikomandi í hesi nýkomnu kreppustøðu. Her á landi eru vit í tryggum hondum, tí at her eru næstan 44.000 fólk koronakannað. Tað kann samanberast við, at ein milliard (1.000.000.000) kinesarar vórðu kannaðir fyri COVID-19. Sum skilst hevur hetta verið og verður gongdin um alt landið. Latið okkum nú bara staðfesta, at starvsliðið í okkara heilsuverki er rætt og slætt frálíkt.
Tað skrivaði Sonne Smith á sínum facebook - vanga í gjár.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











