Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Hvør ynskir ikki at keypt Burberry frakkar og jakkar á útsølu, ella fylt í posar av avlopsklæðum frá H&M ella keypt Nike renniskógvar fyri hálvan prís? Ein kundi spurt, hví merkivørur, ymisk ‘brand’ ikki koma á útsølu yvirhøvur.
Svarið er einfalt: Stórar fyritøkur, ið selja marglætis- og merkivørur, ið altíð kosta dýrt, tryggja seg sjálvar ímóti at brenna inni við óseldum goymslum. Ístaðin bara brenna tær óseld avlop, tá nýggjar vørur koma í teirra handlar.
Tað er likið út, at bretska Burberry futtaði av klæði fyri £ 28,6 mió (= 260 mió kr) í fyrraárið. Um fyritøkan ikki setti eld á vørurnar frá í fjør, so máttu tey eftirspurdu mótaklæðini farið á ‘gráa marknaðin’ og verðið seld fyri undirprís. So hevði Burberry sagað greinina av, ið fyritøkan situr á.
Fyritøkur, ið framleiða merkiklæði, verja seg við at halda sínum prísum uppi.
Burberry hevur brent klæði fyri £ 90 mió (= 800 mió kr) farnu 5 árini. Tað er halgibrot hjá fólki, ið vita, hvussu stór prestiga liggur í at ganga í einum dupultknappaðum ‘trench coat’ við Burberry merki innan fyri kragan aftanfyri.
Tað liggur á ljóði, at fyritøkur sum H&M og Nike brúka júst somu framferð.
The Guardian skrivar, at tilboðsprísir høvdu givið øðrum fólkum atgongd til fín brand enn bert teimum, ið leggja doyin á at klæða seg eftir síni sosialu tign.
Ikki bert fyritøkur við egnum merki, men eisini fólk yvirhøvur keypa nógv meiri klæði enn teim tørvar til at ganga rein, turr og heit. Eitt nú keyptu bretar í 2016 íalt 1,130.000 tons av klæðum. Bert 4 ár frammanundan keyptu tey 900.000 tons, altso 230.000 tons minni í vekt.
Í 2017 blakaðu bretar íalt 680 mió klædnapløgg burtur. Av teimum vórðu 235 mió tyrvd á ruskplássum kring landið. Frá 2000-2014 vaks heimsins klædna-framleiðsla 100%. Fyrr vóru tað bert tey ríku, ið høvdu ráð til at blaka óslitin klæði burtur. Nú hava miljardir av fólki ráð til tað og at keypa nýtt ístaðin.
ES hevur kunngjørt, at klæði eru 8. størsta útreiðsla, eitt húsarhald hevur. Men klæði eru 4. mest dálkandi vøruslag næst eftir byggitilfar, flutningstól og matvørur. Greenpeace hevur nýliga ført fram, at klæði eru hitt 4. mest dálkandi tilfar í heimsins náttúru og umhvørvi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











