Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing
? / ??

Læknalønirnar í Zimbabwe hækka upp í 1.800 kr um mánaðin

Andøvsløtan | 09/08-2020 16:00

Tað hevur gingið tungliga aftur á hondina hjá fólki í Zimbabwe, serliga svørtum, líka síðan hvíta minnilutastýrið hjá Ian Smith gav teim svørtu valdið.

Men herfyri fingu læknarnir í Zimbabwe ein kvink í lønarhækking og tóku arbeiðið uppaftur eftir drúgvan steðg. Ein ríkur útiseti eigur tøkkina fyri tað.

Annars eru 16 mió íbúgvar í Zimbabwe, men 5 mió, t.e. 1/3 av fólkinum eru rýmd til grannalond í vónini at fáa arbeiði, tí í Zimbabwe táttar arbeiðsloysið í 90% millum tey ungu.

Sosialisturin Robert Mugabe mátti til himmals (ella hinvegin) fyri góðum ári síðan, og hermegin við Mnangagwe generali á odda hevur havt valdið, til val kann verða aftur. Eingin veit nær. 

Um Zimbabwe kann sigast, at tað hevur lítið og einki hjálpt meiniga fólkinum, at Mugabe varð frákoyrdir. Nýggju valdsharrarnir eru ikki smettin mætari. 

Men aftur til 4 mánaða drúgva læknaverkfallið í vetur og vár, sum kriplaði heilsutænastur landsins, fekk enda.

Maðurin, ið fær tøkkina, eitur Strive Masiyiwa, er nú telecom milliardingur, føddur í Zimbabwe, men býr í London. 

2.000 sjúkrahúslæknar fóru aftur til arbeiðis, eftir at teimum var tryggjað $ 300 (= 2.000 kr) í minstu mánaðarløn. (Ein føroyskur lækni fær 40 ferðir meiri løn um mánaðin).

Masiyiwa er nú góður fyri $ 1,1 mia (= 8 mia kr) sum stovnari og stjóri í Econet Wireless og hevur sett $ 6 mió (= 40 mió kr) í ein grunn til at gjalda læknum løn í 6 mánaðir. Trupulleikin í Zimbabwe er, at inflatiónin er nú 700% árliga, so ein føst løn minkar skjótt í keypiorku, eisini hjá einum lækna.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi