Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Fyrr elskaðu vit tað, ið æt ‘páleggsjokuláta’, myrk og ljós, sum fekst í tunnum plátum at leggja oman á (helst franskt) breyð.
Hugsi enn ofta, hvussu góður vinningur man liggja í keks, biskvitt, sukurkremi, karamellum, bommum o.ø. søtmeti ofta í glitrandi innpakningi, tá ein sær allar lýsingar av øllum hesum leskimati í SV.
Hvør heldur seg undan at munna á slíkt, alt í tarvloysi? Vit síggja út hareftir.
Foreldur at børnum vita, hvussu væl henda bráðnaða sjokulátan smakkar, tá ein sær børnini kasta seg yvir eina krukku av søtum smakkgeva, eitt nú Nuggelline, Nutella ella aðra smyrjisjokulátu.
Hvussu vinsælt hetta orkuríka breyðsmyrsl er gav at býta, tá ið muslimska flóttamiðstøðin í Dusseldorf í Týsklandi fór upp í royk í fyrraárið á miðari nátt, tí at 2 afrikanskir flóttar (menn í besta aldri eftir ein túr í býnum) blivu í øðini, tí at náttarvaktin ikki átti Nutella í kuldaskápinum at geva teimum báðum upp á breyð.
Hesir svongu sveinar Allahs og profetsins pakkaðu kuffertini hjá sær, rullaðu madrassurnar saman, stoyttu bensin á madrassurnar og futtaðu alla flóttaleguna av, so eldsúlan (sum í Sinai oyðimørkini á sinni) sást lýsa allan himmalin upp.
Hvussu væl tað fíggjarliga loysir seg at framleiða hetta kaloriuríka sjokulátu-smyrslið vísti seg eisini herfyri, tá ið Giovanni Ferrero, nevndarformaður í italsku fyritøkuni, ið eigur Nutella og Ferrero Rocher, rindaði sær og sínum £ 542 mió (= 4.500 mió kr) í vinningsbýti.
Hetta verður mett størsta vinningsbýti í evropiskari søgu.
So kunnu innovativir evropearar umhugsa at farið undir at røra sjokulátu í greyt og selja tað í krukkum heldur enn bara at eta henda gómagóða leskimatin.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











