75 ár í dag síðan Hiroshima bumban brast
Mangir amerikanarar fegnaðust árini eftir kríggið um, at Harry Truman forseti gjørdi av at sleppa fyrstu A-bumbuni niður yvir japanska býin Hiroshima fyri í dag 75 árum síðan. Onnur A-bumban fall niður á Nagasaki 9. august. Í hvørjum býi doyðu minst 150.000 fólk (við seinni deyðsføllum av geisling).
USA hevur síðan verðið útspilt av heimsins vinstravendu, tí hesar báðar bumburnar vóru byrjanin til kjarnorkuøldina, har stórveldi og nøkur veikari lond hava hildið hvørt annað í skák við hesum deyðiligu vápnum á goymslu.
USA fær jú skyldina fyri allar heimsins ólukkur, serliga frá vinstrahallum, muslimum o.ø. úti á ymsum politiskt-religiøsum jaðarum.
Bert USA uppfann A-bumbuna. Sovjet njósnaði seg fram til hana hjálpt av vinstravendum amerikanskum svíkjarum. Kina og India fingu hana frá Sovjet.
Bretland, Frakland og Ísrael fingu hana frá USA til NATO og Miðeysturverju.
Tá A-bumban fyrst var uppfunnin og útbreidd, slapst ikki av aftur við hana. Hon virkaði sum syndafallið: Tú rekur ikki ‘andan niður í aftur fløskuna’.
Hví so fegnast um hana? Vell, m.a. tí at uttan A-bumbur, serliga nógvar í USA, hevði 3. Heimskríggj helst langt síðan verðið brostið á millum Eystur og Vestur og/ella millum mong onnur lond ymsastaðni við vanligum vápnum.
A-bumburnar yvir Japan spardu milliónir av mannalívum. Kríggið í Evropa var av tíðliga í maj 1945, og USA fór undir at fyrireika at enda kríggið í Fjareystri. Tað gjørdist bert við at gera innrás á sjálvt meginlandið Japan, sum væntaðist at kosta 1 mió amerikanskum hermonnum lívið og eini 5 mió japansk lív.
Amerikanska hertøkan av lítlu oynni Okinawa tók yvir 2 mánaðir í 1945 og kostaði USA 12.500 dripnar og 49.000 særdar hermenn. Japanar vardu sína oyggj fanatiskt og mistu 110.000 hermenn og 100.000 sivilar oyggjabúgvar.
At hertaka sjálvt Japan hevði verið nógv strævnari enn Normandíið, og hermanna- og útgerðarskip í 100 tali sigldu úr USA móti Japan. Sjálvt ikki 1000 tons av bumbum hvørja nátt niður yvir Tokyo fekk Japan at geva seg.
Ikki fyrrenn japanar sóu ljósglæmuna, sorið og mannfallið frá hvørjari av hesum A-bumbum tvingaði tað keisaran og Tojo-stjórnina at leggja kongin.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











