Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Samvitskufangar?

Innanlands | 12/08-2020 10:30

Kanska eru vit øll í dag  “samvitskufangar” og hava eitt sindur torført við at fóta okkum, nú tað er positivt at vera negativur.

Hvat er samvitska? Tað er ein vitan, sum tú hevur saman við einum øðrum.
Aristoteles segði, at tú verður bara var við samvitskuna, tá tú hevur gjørt eitthvørt, sum gevur tær  samvitskubit. Og Paulus sigur, at samvitskan hjá menniskjanum er ein vitan saman við Guði.

Uppaling og socialur arvur dána okkara samvitsku og okkara lív.

Samvitskan gevur seg til kennar her og har, og er ein instansur, sum sigur tær, um tú ber teg rætt at ella um tú roynir at skáka tær undan.

Alheimsgering og tøknin í dag ger, at so sera skjótt ber til at bera boð runt allan knøttin, at gera vart við ójavnar og órættvísi. At kunna menniskju um rák og hvussu vit skulu bera okkum at sum samvitskufull menniskju, tí øll skulu vit vera her.

Og jú, vit royna av øllum alvi at liva lýtarleyst og burðardygt, grønt og umhvørvisvinarligt, og tað er jú eisini rætt og rímiligt, men tað kann vera torført at sortera rætt, plast, endurnýtslu, glas, til kompostdungan, at brenna ella tyrva.

Tú skalt vita hvør og hvar troyggjan er gjørd, tá tú keypir eina onkisigandi t-shirt til summarið, tí tú kanst koma at stuðla harðrendum stýri úti í verðini við tínum keypi ella tað eru neyðars børn, sum hava trælkað fyri at tú kanst ganga í nýggjari, ódýrari blusu.

Vís mær títt køliskáp og eg skal siga tær hvør tú er. Eggið má ikki koma frá hønu, sum hevur livað fjøtrað lív, pelsar eru bannlýstir, mjólkin skal koma frá vistfrøðiligum kúm, enski búffurin frá New Zealandi dálkar illa.

Steikin og frikadellirnar hvørva, vit eta heldur spinat og hvíttkál, tí vit fáa tað betri og liva longri.

Vit vera mint á okkara dálking, tá vit síggja hvat nátin etur og grindin hevur tonsvís av innkeypsposum í sær.

Vit lurtaðu eftir tosinum um eitraðan grindahval og burtur varð guli sinoppurin og feska grindin við pannukøkum omaná.  Pál hevur prógvað, at hann hevði rætt í sínum máli, tí kanning gjøgnum fleri ár vísir okkum, at hetta er ikki longur góð mannaføði.

Vit rudda út í bókum og okkara søgum, so alt er hvítt og blankt, tá vit líta aftur til farnar dagar. Google rættar í barnasendingum í DR, tí lakresspípur vóru har, vit koyra burtur ísar og nøvn, tí vit skulu bera okkum rætt at. Og vit anda inn og hugsa okkum væl um, áðrenn vit siga nakað, tí vit kunnu lætt sára onkran ella onkur tekur sær tykni av mínum orðum.

Leikur til børnini mugu vera góðskumerkt og vit oyðsla ikki og keypa ikki nýggjar cowboybuksur, tá nýtt snið kemur ella nýggj taska. Vit fara aftur til sunnudagskjólan og sunnudagsfrakkan, sum omma gjørdi, og vit gera eisini sum omma, tá vit súlta og baka og endurnýta. Og vit ansa eftir, tá vit vaska toy,at rætta vaskipulvurið verður brúkt. Og dýru kremini, vit hava smurt í høvd og á bein, koyra vit burtur og fara aftir til bláa Nivea, sum omma eisini hevði.

Og hvør vil ikki hava ein betri heim, har happing og ójavni hvørvur? Tí  rudda vit út og upp í okkara vanum, tí í dag er samskiftið øgiligt, og vit síggja myndir og filmsbrot, hvussu illa vit hava borið okkum at í okkara vankunnu. Og gott er, at vit verða mint á skeiva gongd og kunnu gera nakað betri!

Men øll henda kunningin, sum er alneyðug fyri bláu gongustjørnuna og fyri hvørt einasta mannabarn, hon ger eisini nakað við okkum sum menniskju, hon fer djúpt inn í sál og tankar.

Vit kunnu lætt fara at óttast hvønn annan, vit tora illa at meta um sjálvi, tí vit óttast viðmerkingina frá øðrum um at vit bera okkum skeivt at, og soleiðis fáa vit ringa samvitsku.

Og omaná tað heila hava vit so koronu, sum bæði kann leggja lív og samvitsku í oyði. Nær beri eg meg rætt? Samvitskan? Hvørvur hon og kemur heldur lemjandi ótti inn? Ræðslan fyri at gera okkurt skeivt í húsarhaldinum ella toykeypinum ella óneyðugu flogferðini? Fari eg at verða eitt ”falskt apparat”, ein eygnatænari, tí eg óttist at verða hongd út á almennum miðlum sum eitt samvitskuleyst menniskja?


 Øll loggaðu vit av í mars mánaða og fóru hvør í sínum lagi inn í okkara holur at andøva. Vísindamenn søgdu okkum, at skuldu vit hóra undan, so skuldu vit øll gera sum mælt var til, og vit gjørdu tað.

Og vit sluppu út aftur og vit flentu og søgdu frá, hvussu vit hvør í sínum lagi høvdu funnið ein øðrvísi gerandisdag í einseminum.

Men vit orka ikki áhaldandi at vera skerd, at ansa sær, at vera varin, so vit virðismeta og halda: ”Jú, mann tað bila nakað, virus er horvið, vit eru trygg”.

Men tað dagaði undan aftur, og við tað sama fóru vit at spyrja, hví, hví kom tað aftur? Og peikar tú móti onkrum so venda tríggir fingrar móti tær, tí onkur má hava skuldina.

Eru vit sum barnið, sum fyrst spyr mammuna og aftaná eitt jánkaligt svar fer til pápan, sum eisini gevur ógreitt svar og so má barnið royna sum frægast?

Kanska eru vit øll í dag  “samvitskufangar” og hava eitt sindur torført við at fóta okkum, nú tað er positivt at vera negativur.

Tað skrivar Armgarð Arge á heimasíðuni folkakirkjan.fo. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi