Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm eftir umfarið

Innanlands, Ítrottur | 03/05-2017 14:49
Lars Müller annulleraði mál í evstu løtu | Mynd: fsf.fo

Lars Müller var djarvur, tá hann annulleraði 3-2 málið hjá Víkingi móti HB, og tað er meir enn 20 ár síðan, at munurin millum topp og botn í landskappingini hevur verið so lítil. Her eru fimm niðurstøður eftir 6. umfar í Effodeildini

Lars Müller dømdi djarvt og svaraði skarpt

Lars Müller var djarvasti maðurin hetta vikuskiftið, og hjálpardómarar hansara eiga eisini rós uppiborið. Dómarin, sum er vælumtøktur millum spælararnar í Effodeildini, helt høvdi kalt í Gundadali, tá Víkingur skoraði til 3-2 í yvirtíðini og helt seg hava avgørt dystin móti HB til egnan fyrimun. Soleiðis varð kortini ikki, tí lítlan minutt eftir at bólturin var farin í málið, kolldømdi dómarin málið, sum Hanus Jacobsen annars átti.

Dómararnir tóku sær tíð til at kjakast innanhýsis via headsettið, um talan var um rangstøðu ella ikki. Tá hetta var staðfest (sjónbandaupptøkur tykjast vísa, at dómararnir høvdu rætt), kolldømdu teir málið, og víkingaleikarar og áskoðarar, ið hildu, at sigurin var fingin til høldar, máttu ístaðin taka til takkar við javnleikinum. Tað skapti sjálvsagt nakað av ørkymlan og øsing, at dómurin fall lutfalsliga seint, men týdningurin av at dómurin er hin rætti, má og skal trumfa týdningin av, at dómurin skal koma beinanvegin.

Eisini valdi Lars Müller at greiða frá orsøkini til avgerðina beinleiðis í Rás2 stutt eftir dystin, og tað er ikki komið fyri fyrr sambært Sosialinum. Kjakið á sosialu miðlunum var longu byrjað, og tí var tað skilagott av dómaranum at leggja kortini á borðið. Soleiðis fingu øll greiðu á, hví dómararnir dømdu, sum teir gjørdu, og so var ikki so nógv meir at tosa um.

Patrik Johannesen vísir vegin í B36

Bert 22 ára gamli Patrik Johannesen er av álvara við at etablera seg sum ein av farligastu framherjunum í føroyskum fótbólti. Tað kemur ikki óvart á nakran, at Patrik dugir at skjóta mál, tí hann hevur gjørt vart við seg í AB í fjør, tá hann skoraði 11 ferðir í landskappingini, og árini frammanundan, tá hann spældi við TB. Hinvegin var hann hesi árini á liðum, ið kempaðu á niðaru hálvu á stigatalvuni, og avrikini fóru kanska aftur við borðinum.

B36 tók kortini av møguleikanum at fáa suðuroyingin í hópin, eftir at AB flutti niður úr Effodeildini, og tað hevur árstalsfelagið ikki angrað. Tosað varð kanska meir um Philip Lund, sum kom aftur til felagið, og Christian Restorff Mouritsen, ið flutti úr grannaskýlinum, men higartil er tað ágrýtni framherjin við nummar átta á rygginum, sum hevur stolið yvirskriftirnar.

Átta mál í átta dystum er ikki lítið, hóast trý av teimum komu í steypadysti móti B71. Við fimm málum, har einki er komið upp á brotsspark, er Patrik Johannesen toppskjútti í Effodeildini við einum gjøgnumsnitti upp á 0.83 mál per dyst. Áloyparin er fjølbroyttur, og skorar mál á ymsan hátt. Hann kann skapa møguleikar sjálvur, hann er farligur inni í brotsteiginum, hann kann skalla, og hann kann eisini skjóta útifrá, sum hann vísti ímóti ÍF í vikuskiftinum.

Skála á máltalvuna

Brotsspark skuldi til, áðrenn Skála anno 2017 skoraði sítt fyrsta mál í Effodeildini. Tá Jákup Johansen varð feldur í 74. minutti í útidystinum móti 07 Vestur, tóktiskt eitt sindur av fjáltri at koma á skálaleikararnar. Eftir eitt sindur av kjaki millum teir í appilsingulum, tók Pætur Dam Jacobsen kortini bóltin, og var hann fjálturstungin, sást tað ikki á skotinum, ið sat lágt og dygst úti við vinstru stongina.

Jákup Jacobsen, miðverji hjá Skála, segði eftir dystin, at væntandi málini ikki bóru boð um væntandi málmøguleikar, men heldur at liðið ikki megnar at gera sær dælt av kjansunum. Útfrá dystinum í Sørvági sunnudagin er hendan metingin í hvussu er røtt. Skála hevði nakrar stórar møguleikar, men í avgerandi støðunum vóru teir appilsingulu hvørki nóg kaldir ella nóg neyvir. Jákup Johansen var leysur tíðliga í dystinum, men skeyt við síðuna av, og Mamuka Toronjadze burdi helst eisini havt skorað.

Nú kunnu tey á vestara armi á Skálafjørðinum bert vóna, at fyrsta málið fær somu ávirkan, sum fyrsta málið hjá 07 Vestur fekk fyri vágamenninar. Eftir at Ken Fagerberg avgjørdi dystin í fjórða umfari móti ÍF við brotssparki í evstu løtu, hevur felagsliðið skorað tríggjar ferðir í tveimum dystum, og fingið fýra stig at leggja afturat teimum trimum, sum teir fingu í Fuglafirði. Fyri Skála er týdningarmikið, at teir ikki skulu bíða leingi eftir tí næsta málinum.

Adu prógvar sítt virði

Ein av størru leikaraskiftunum undan hesum kappingarárinum var, tá Albert Adu skifti úr TB, har hann var størsti profilurin í fjør við sínum 13 málum, til silvurvinnararnar úr Klaksvík. Byrjanin hjá kvika framherjanum í nýggja felagnum hevur kortini ikki verið uttan trupulleikar. Higartil er tað bert blivið til 197 minuttir á vøllinum, og Mikkjal Thomassen hevur síðan fyrsta dystin í ár bert brúkt hollendaran sum innskiftara.

Álopsspælið hjá KÍ hevur kortini ikki koyrt so væl, sum tað gjørdi okkurt tíðarskeið í fjør, og Albert Adu var aftur í byrjanaruppstillingini, tá EB/Streymur vitjaði í Djúpumýru sunnudagin. Kviki framherjin var eisini stóra hóttanin í álopinum hjá KÍ, og var tað ikki fyri Trygva Askham, sum aftur hesa ferð spældi ein góðan dyst, hevði framherjin helst fingið fleiri mál enn tað eina, ið avgjørdi dystin.

Tvær ferðir bjargaði EB/Streymsmálverjin væl, og eina ferð rakti Albert Adu stongina. Eisini spældi hann Páll Klettskarð leysan í fyrra hálvleiki, men landsliðsframherjin fekk ikki tamarhald á bóltinum. Seint í dystinum var tað Páll Klettskarð, sum fann Albert Adu við einum frálíkum innleggi, og skallarin - sum ikki var minni frálíkur - sat í netinum. Tað kann vera, at Albert Adu ikki hevur fingið so góða byrjan, sum vónað var, men hann prógvaði sítt virði móti EB/Streymi, og flestu venjararnir í Føroyum munnu øvunda Mikkjali Thomassen ein somikið sterkan mann at seta inn, um hinir ikki raka dagin.

Landskappingin tann javnasta í yvir 20 ár?

Tað er eingin ivi um, at besta deildin hjá monnum higartil er javnari í ár, enn hon hevur verið í nógv ár. Fyrstu umførini kom hetta til sjóndar, við at óvanliga fá mál vórðu skotin, men eisini eftir at gongd tykist vera komin á málskjótingina, eru dystirnir javnir, spennandi og kunnu í nógvum førum fara báðar vegir.

Eitt, sum bendir á, at minni munur er á liðunum í Effodeildini í ár, enn tað hevur verið nógv tey undanfarnu árini er, at einki lið er dottið niður ímillum enn, og einki lið er lopið avstað enn. Tað eru bert átta stig á muni millum Víking á fyrsta plássi við 12 stigum og EB/Streym, sum er niðast við fýra stigum. Hetta er minsti munurin, sum hevur verið ímillum topp og botn eftir seks umførum, síðan mann í 1995 fór frá at fáa tvey stig til at fáa trý stig fyri ein sigur.

At oddaliðið bert hevur 12 stig eftir seks dystir er ongantíð komið fyri síðstu 22 árini, og tað er eisini sjálvsamt, at botnliðið er komið upp á fýra stig. Um sæð verður burtur frá hesum kappingarárinum, er minsti munurin, sum hevur verið millum topp og botn, síðan kappingin varð longd til 27 dystir í 2005, 10 stig. Tað var hann í 2008 og í 2005.

Munur millum topp og botn eftir seks umførum síðan 2005:

2016: 11 stig á muni (toppliðið 14 stig, botnliðið trý stig)
2015: 12 stig (15, 3)
2014: 12 stig (14, 2)
2013: 14 stig (14, 0)
2012: 15 stig (16, 1)
2011: 12 stig (14, 2)
2010: 12 stig (14, 2)
2009: 11 stig (13, 2)
2008: 10 stig (14, 4)
2007: 12 stig (15, 3)
2006: 15 stig (15, 0)
2005: 10 stig (13, 3)


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi