Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 34 )
Samanumtikið: Mest høgætt, hampiliga turt fyrrapart av viku, men vátari seinna partin av vikuni og hitin 9-14 stig
Mánadagur 17. Andøvsgul av landn 5-6 m/s, ælaveður fyrapartin, men seinnapartin turt og hitin 10-13 stig
Týsdagur 18. Andøvsgul av landn 7-8 m/s, turt fyri tað mesta og sólin sær og hitin 10-13 stig
Ónsdagur 19. Frískur vindur av landn 8-11 m/s, skýggja og ælaveður seinnapartin og hitin 9-12 stig
Tórsdagur 20. Landn 11-15 m/s, regn tað mesta av degnum og hitin 10-14 stig
Fríggjadagur 21. Hann melur av ymsum ættum 9-5 m/s, regn ein stóran part av degnum og hitin 10-14 stig
Leygardagur 22. Landn snarandi í útn 6-7 m/s, ælaveður og hitin 10-14 stig
Sunnudagur 23. Norðan 8-9 m/s, ælaveður og hitin 10-13 stig
Samanumtikið: Mest høgætt, hampiliga turt fyrrapart av viku, men vátari seinna partin av vikuni og hitin 9-14 stig
Veðurtekn: Nú er árstíð fyri tropiskum ódnum í Suðuratlantshavi. Fyrr blivu tær settar í bókstavarøð við konufólkanøvnum soleiðis, at tann fyrsta í sesongini byrjaði við A. Til dømis æt tann fyrsta Alice, tann næsta Beatrice, tann triðja Clara o.s.fr. Hetta broytti mann fyri einum 20 árum síðan, so at nú eita tær aðruhvørja ferð mannfólkanøvn og aðruhvørjaferð konufólkanøvn. So nú kann tann fyrsta eita Alex, tann næsta Betty, tann triðja Carlo o.s.fr. Eitt framstig fyri javnstøðuna.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Landn 2 m/s, mjørki, sirm og hitin 10 stig.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi