Starvsfólk hjá felag hjá Norsk Veritas handtikið fyri njósning
Ein norðmaður, sum er í starvi hjá DNV GL, sum Norsk Veritas eigur ein stóran part av, var handtikin á einari matstovu í Oslo leygarkvøldið. Har sat hann á fundi við ein russiskan fregnartænastumann.
Norðmaðurin er síðan skuldsettur fyri njósning og fyri at hava latið vitan, sum kann skaða norsk áhugamál. Hann viðgongur at hava fingið pening, men hann vísir annars skuldsetingunum aftur.
Maðurin, sum er í 50-árunum, var í tingrættinum í Oslo, og sambært ákæruritinum hevur hann tikið ímóti einari “ikki týdningarleysari upphædd í reiðum peningi”. Hann er fongslaður í fýra vikur, tvær tær fyrstu vikurnar í einakliva.
Sambært ákæruritinum hevur maðurin umvegis arbeiði sítt í DNV GL havt atgongd til kenslusama vitan, sum verður mett at vera loynilig sambært norsku revsilógini.
Verjin hjá manninum, sakførarin, Marianne Darre-Næss, sigur sambært e24.no, at maðurin noktar seg sekan. Hann hevur tosað við løgverjuna, og hann hevur undirstrikað, at hann er tilreiðar at greiða løgverjuni nærri frá sínum sjónarmiðum, um tað skal vera.
Tað skriva millum onnur e24.no og Maritime Danmark.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur