Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Niels Juel Arge, fyrrverðandi útvarpsstjóri hevði fylt 100 ár í dag

Innanlands, Mentan | 20/08-2020 07:00
Niels Juel sum vit kendu hann best

Niels Juel Arge ( føddur 20. august 1920 í Tórshavn, deyður 5. mars 1995) var útvarpsstjóri, rithøvundur og politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Niels Juel tók realprógv og studentsprógv í Havn, og síðan hevði hann ymisk fyrifallandi arbeiði, til hann fekk starv í tí nýstovnaða Útvarpi Føroya í 1957.

Trý ár seinni gjørdist hann stjóri í útvarpinum og sat í stjórastarvinum frá 1960 til 1990, tá hann mátti gevast vegna aldursmarkið hjá tí almenna.

Hann hevur skrivað fleiri hoyrispøl til útvarpið og skrivað fleiri yrkisbókmentir. Fyrsta bók hansara, Argjamenn, kom út í 1978. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1985.

Niels Juel Arge var býráðslimur í Havn 1949–1952 og varaborgarstjóri 1949–1951.

Hann var faðir Jógvan Arge og Magna Arge og abbi tónleikaran Una Arge.

Tað skrivar síðan wikipedia.org 

Søgan hjá Útvarpi Føroya 

Fyrsta tíðin hjá Útvarpi Føroya 

Útvarp Føroya byrjaði sínar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at stovna eitt alment útvarp í Føroyum.

Axel Tórgarð, prestur, varð settur sum útvarpsstjóri. Starvsfólk hjá honum skuldu verða Hjørdis Thomsen úr Nólsoy sum programmfólk og Jóan Petur Meitilberg úr Havn sum tøknikari.

Tá sendingarnar byrjaðu, vóru bara Axel og Hjørdis komin í starv, tí Jóan Petur var blivin sjúkur, og hann doyði stutt eftir. Í hansara stað fekk útvarpið sær skjótt nøkur hjálparfólk.

Ein teirra var studenturin og bankamaðurin Niels Juel Arge, sum heilt tíðliga í tíðini hjá útvarpinum gjørdi vart við seg sum upplesari, og ein annar var Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri.

Niels Juel Arge varð settur í fast starv longu í mai 1957, og eina tíð hevði útvarpið avtalu við Lias um, at hann skuldi lata tíðindi fyri ávíst krónutal fyrrapart og seinnapart. Seinni varð eisini hann settur í fast starv sum tíðindamaður.

Senditíðin var stutt. Sent varð ein hálvan tíma á middegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar.

Lurtaraprosentið var ógvuliga høgt. Lurtað var eftir hvørjum orði, sum sagt varð í útvarpinum, og fólk skiftu nógv orð um tað, sum bleiv sagt, og ikki minni um, hvussu tað varð sagt.

Fólk kliktu eisini hendan nýggja føroyska miðil, men blaðið 14. September umskrivaði eitt herróp hjá fuglavininum Sverra Patursson og segði: “Latið smáfuglar, heiðafuglar – og útvarpið – hava frið!”.

Senditíðin verður longd

Smátt um smátt varð longt um senditíðina. Sendingarnar vórðu fleiri og fjølbroyttari, og manningin varð eisini økt í smáum. Í 1960 tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og var hann stjóri til 1990.

Restin av útvarpssøguni kann lesast HER

Í sambandi við 100 ára dagin hava eftirkomarar hansara tikið stig til at savna rúgvismikla tilfarið, hann legði úr hondum sum útvarpsmaður og rithøvundur,  á nýggja talgilda pallin www.nielsjuel.fo.  

Nýggi portalurin verður lagdur fram í Smæruni í dag 20. august 2020 kl. 13.30, har portalurin eisini verður gjørdur virkin.

Greitt verður frá hugmyndini um savnið www.nielsjuel.fo . Millum annað verða dømi tikin fram um, hvussu portalurin kann brúkast. Um so talan er um bøkur, ljóðbøkur, sendingar, myndir ella annað keldutilfar.


Lagt út:
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi