Nú skal whisky framleiðast í Vestmanna
Nýstovnaða føroyska Faer Isles Distillery, sum herfyri fekk umfatandi umrøðu í størsta tíðarritinum innan spiritusídnaðin í Amerika, ætlar at framleiða sítt whisky í Vestmanna.
Faer Isles Distillery hevur verið virkið við royndarframleiðslu í eitt ár, men nú verður farið yvir til vinnuliga framleiðslu.
Í gjárkvøldið skuldi Vestmanna Bygdarráð, eftir fundarskránni, viðgera tilmælið frá teknisku nevnd, um byggi- og virkisloyvi til framleiðslu av spiritus í bygningi í Vestmanna.
Á heimasíðuni vestmanna.fo stóð soleiðis at lesa í gjárkvøldið
Bygdarráðsfundur tann 25. august 2020, kl. 1900
Til viðgerðar fyri opnari hurð:
Mál 209
Tilmæli frá Teknisku nevnd um umsókn frá Faer Isles Destillery um byggi- og virkisloyvi til framleiðslu av spiritus í bygninginum á matr. nr. 216r, Fjarðarvegur 3.
Vit hava ikki frætt, um Faer Isles Distillery fekk játtandi svar. Um felagið bara fyribils skal halda til í Vestmanna er ógreitt.
Í seinastu viku sendi Faer Isles Distillery út hetta tíðindaskrivið.
Nýstovnaða Faer Isles Distillery hevur fingið umfatandi umrøðu í størsta tíðarritinum innan spiritusídnaðin í Amerika, Whisky Advocate. Prentaða blaðið hevur eitt upplag á yvir 100.000 eintøk, og nógvar ferðir fleiri vitja heimasíðuna.
Faer Isles Distillery hevur verið virkið við royndarframleiðslu í eitt ár, men nú verður farið yvir til vinnuliga framleiðslu, og felagið bjóðar øllum at gerast stovnandi limir. Harvið fáa tey gávupakka við ginni og nýdestilleraðum whisky - og aftaná búning í 3 ár á eikitunnum eisini eina fløsku av lidnum whisky.
Harumframt fáa limirnir framíhjárætt at keypa partabrøv í Faer Isles Distillery til serprís, tá felagið seinni í ár fer at bjóða íleggjarum at keypa partabrøv gjøgnum hópfígging.
Felagið hevur eisini fingið eina ráðgevandi nevnd við serfrøðingum úr Frankaríki, Týsklandi, USA og Skotlandi, harímillum føroyska hópíverksetan Heina Zachariassen, maðurin handan heimsins størsta vínmarknað, Vivino.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur