Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Bretska kongshúsið er ein hjúnarligur ruðuleiki

Andøvsløtan | 30/08-2020 14:30

Við yvir 90 árum á baki hevði Elizabeth II endiliga havt uppiborið eitt ‘annus mirabilis’ (fagnaðarár). Men 2020 man ístaðin kennast sum eitt ‘annus horribilis’ (ræðuligt ár) hjá tí gomlu damuni, ið hevur borið bretsku krúnuna við stórari tign í skjótt 70 ár.

Ikki bert blakaði bretadrotningin Harry prins og Meghan Markle, prinsessu av Essex, á dyr í vár, tí tey royndu at gera kongsættina til eina útsølu av hennara barnsligu krígsførslu fyri sosialum rættvísi, anti-rasismu-, umhvørvismu. Tann glantrileikurin heldur fram.

Og Harry prinsur, mammudrongurin hjá Dianu og serskølturin hjá miseydnaða komandi konginum, Charles prinsi, letur seg blinda av fjákutu filmsfjeppruni úr Hollywood, ið ikki er so frægt at sær komin, at hon kann tosa við pápa sín.

Markle hevur so lítið til, at hon segði seg ikki kunna góðtaka, at bretsku miðlarnir fjeptust so nógv uppi í og gjørdu sovorðið stás úr henni, at hon føldi seg niðurgjørda av ‘rasistiskum’ orsøkum!

Hon mátti vitað heimanífrá, at nógvir miðlar liva av at umrøða tey kongaligu og fínu. Man Markle hava undirlutakenslur av at vera eitt sindur dassleitt, tí at omman ella langomman var svørt. Hvat so? Tað eru so mong onnur, bretar.  

Gølan av Harry prinsi og Meghan Markle var ikki meiri enn farin aftur um bak, so raktu 2 onnur óhapp bretsku drotningafamiljuna.

Fyrst var systursonur Elizabeths, Lord Snowdon, sonur Margretu, systur drotningina, skyldur frá konuni Serenu. Eina viku seinni frætti drotningin, at ommusonurin, Peter Philips, sonur Onnu prinsessu, fer frá konu sínu.

Hvør hevur nóg mikið við sítt. Men tað eru fáar familjur, ið verða so hart royndar av hjúnaósemjum sum bretska drotningafamiljan.

Men, vit vita, at hava vanlig fólk tað strævið, verður lívið neyvan lættari av, at so nógv eygu hvíla á tí betra slagnum, og at so nógv verður kravt av teimum.

Hin vegin kenna vit eisini orðatakið, ‘noblesse oblige’ ella á donskum ‘adel forpligter.’ Tað er ikki bara at biðja lova sær og so at vænta bert sigling í logn.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi