Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm undan umfarinum

Innanlands, Ítrottur | 06/05-2017 12:34

Eru 'topp-fimm liðini' ein mýta, ella er eitt sindur av sannleika í uppbýtinum? Og megna suðuroyingarnir at reisa seg í Gundadali, ella er ævintýri av? Her eru fimm spurningar undan sjeynda umfari í Effodeildini.

KÍ er størsti favoritturin hetta umfarið

Mikkjal Thomassen og KÍ hava í ár verið sum ein bláur bilur, sum koyrir 70 km/t á landsvegnum. Teir koma sum oftast fram, men túrurin er langdrigin og ikki uttan ørkymlan fyri øll, ið hava samhuga við teimum bláu.

Seinasta dømi um hetta kom í sætta umfari, tá EB/Streymur stóð ímóti trýstinum í 87 minuttir, áðrenn Albert Adu avgjørdi dystin við einum frálíkum skallara. Klaksvíkingarnir hava sum heild havt trupult við at avgera dystirnar, og hava tí bert tveir sigrar higartil, men tað er ógvuliga sannlíkt, at tann triði kemur hetta umfarið.

ÍF kemur á vitjan við Djúpumýru, og um fuglfirðingarnir spæla, sum teir gjørdu í fyrra hálvleiki móti B36 seinasta umfar, kann tað skjótt gerast ljótt fyri Jákup Mikkelsen og hansara menn. ÍF leggur stóran dent á at spæla seg frameftir úr verjuni - tað er alla æru vert - men móti B36 vóru teir ov óneyvir og góvu árstalsfelagnum nógvar ókeypis málmøguleikar.

KÍ-liðið hjá Mikkjali Thomassen er væl fyri og ført fyri at leggja eitt sterkt trýst langt frammi á vøllinum, og um ÍF spæla við eins nógvum váða sum í Gundadali, kunnu klaksvíkingarnir skjótt revsa útiliðið. Tí er KÍ er størsti favoritturin hetta umfarið…

...Men Víkingur skal eisini hava trý stig

Víkingur er oddalið í Effodeildini, men kappingin er óvanliga jøvn í ár, og felagsliðið í Eysturkommunu er ájavnt við TB/FCS/Royn og ávíkavist tvey og trý stig frammanfyri KÍ og NSÍ.

Seinastu tveir dystirnar hava víkingarnir spælt tveir dramatiskar javnleikir, men teir vóru óivað glaðari fyri hin fyrra, sum kom móti KÍ á heimavølli. Ta ferðina eydnaðist Adeshina Lawal at javna í yvirtíðini, meðan tað øvugta hendi í Gundadali seinasta umfar. Tá var tað Aleksandar Stankov, ið javnaði fyri HB, tá bert fimm minuttir vóru eftir at spæla. Enn súrari gjørdist tað, tá famøsa málið hjá Hanusi Jacobsen í yvirtíðini varð kolldømt fyri rangstøðu.

Hetta ger, at Víkingarnir hava tørv á einum sigri, tá 07 Vestur kemur á vitjan, og teir í ljósabláum eru heilt sikkurt uppsettir. Víkingur hevur bert møtt tveimum av teimum liðunum, sum helst fara at enda á niðaru hálvu, og tá hava teir gjørt sína skyldu. Sigurin móti Skála var uppiborin, men ikki fullkomiliga sannførandi, meðan EB/Streymur mátti síggja eina leiðslu blíva til 5-1 tap upp á ein hálvleik.

Hin uppflytarin er á skránni leygardagin, og 07 Vestur er vælkoyrandi í løtuni. Sjey av níggju møguligum stigum er flott (ÍF 1-0, EB/Streymur 2-0 og Skála 1-1), men liðið hjá Trygva Mortensen er hóast alt avmarkað, og Víkingur verður helst ein ov stórur biti fyri vágamenninar.

Megna ungu suðuroyingarnir at reisa seg í Gundadali?

Harða dystarskráin, ið fleiri væntaðu fór at gera av við TB/FSC/Royn, byrjaði í 5. umfari, og suðuroyingarnir eru komnir væl frá henni higartil við einum sigri og einum tapi. Mátin teir vendu dystinum móti B36 var imponerandi, men móti NSÍ gekk tað ikki, hóast teir grønu fingu minkað um munin til 2-1.

Maurice Alexander Ross tykist hóska væl til suðuroyska sinnalagið, og fyrrverandi landsliðsleikarin hjá Skotlandi hevur megnað at motivera spælararnar til geva 100 prosent hvørja ferð. Tað er ikki sørt hugtakandi, at miðalaldurin hjá teimum 11, ið hava fingið mest spælitíð higartil, bert er 21,8 ár. 29 ára gamli Jón Krosslá Poulsen er aldursforseti og hevur sanniliga tikið stóra ábyrgd higartil við sínum fýra málum. Poul Ingason, sum hevur lutfalsliga nógvar royndir, hóast hann bert er 21 ár, hevur eisini staðið fram og skorað trý mál frá nýggja plássinum til høgru í trýmansmiðverjuni.

HB hevur spælt fýra javnleikir higartil, og sjey stig burturúr seks dystum er ikki nøktandi, men felagið er framvegis bert fimm stig frá oddinum. Tað er áhugavert, at menninir hjá Sigfríði hava skora tvey mál bæði móti B36 og Víkingi, men máttu fara málleysir av vøllinum móti ÍF og Skála. Er talan um ein motivatiónsfaktor ella hava teir reyðsvørtu ikki funnið javnvágina millum álops- og verjuspæl enn? Suðuroyingarnir fara helst at liggja langt afturi á vøllinum og bíða, og spurningurin er, um HB megnar at fáa mál. Aleksandar Stankov sær út til at vera komin væl frá byrjan, og hann kann skjótt gerast lykilin.

Heldur góða gongdin fram hjá NSÍ?

NSÍ kom í gongd, tá teir høvdu allarmest tørv á tí. Tveir sigrar á rað gera stóran mun í eini javnari kapping, og runavíkingarnir eru bert trý stig frá toppinum nú. Anders Gerber og spælararnir fingu ein lutfalsliga tryggan sigur í truplum umstøðum við Stóra, har fótbóltfepurin veruliga herjar í hesum døgum, og teir gulu ætla sær óivað, at góða gongdin skal halda fram, nú Skála kemur á vitjan við Løkin.

NSÍ hevur eisini hagtølini við sær. Í fjør vunnu runavíkingarnir allar tríggjar grannauppgerðirnar, og soleiðis var eisini, tá Skála var í Effodeildini í 2014. Eisini hevur NSÍ seinastu árini havt sera gott tak á teimum sokallaðu ‘verru’ liðunum, men kappingin í ár er helst ein hin javnasta, sum vit hava sæð í meir enn 20 ár.

Runavíkingar hava komandi umførini møguleika at klatra á stigatalvuni, tí teir hava fýra heimadystir á rað. Hesir eru móti Skála, 07 Vestur, ÍF og B36. Bólturin er rundur (og alt hatta har), men NSÍ skal helst fáa níggju stig, áðrenn B36 kemur á vitjan. Fáa teir so eisini stig burturúr móti teimum hvítu úr Havn, fara teir at liggja væl fyri á stigatalvuni.

Skála fekk eitt stig á útivølli móti 07 Vestur síðsta umfar, og fyri Paula Poulsen og spælararnar var tað uttan iva ein lætti, at teir fingu sítt fyrsta mál hetta kappingarárið. Gamaní, tað kom eftir eitt sera klossut brotsspark, men Skála hevði aðrar møguleikar í dystinum, ið teir burdu havt skorað upp á.

Eru topp-fimm liðini ein mýta ella ikki?

Tað hevur fingi ilt í onkran, at miðlarnir hava tosað nógv um sokallaðu topp-fimm liðini og so hini, ið mann hevði væntað komu at liggja á niðaru hálvu. Veruleikin eftir seks umfør er, at flutti mann HB upp á ovaru hálvu, og TB/FCS/Royn niður á niðaru hálvuna, varð uppbýtið soleiðis, sum roknað hevur verið við. Víkingur, KÍ, NSÍ, B36 og HB á ovaru hálvuni, og restin á niðaru hálvuni.

Veruleikin er kortini, at TB/FCS/Royn eru heilt uppi í oddinum. Suðuroyingarnir hava tikið øll á bóli higartil, og tað er ótrúliga stuttligt, at teir hava klárað seg so væl. Kortini má vera loyvi til at seta spurnartekin við, um og hvussu leingi teir megna at halda fast um góðu gongdina. Liðið er ungt, og tá mótgongdin kemur - og hon fer at koma - verður áhugavert at síggja, hvussu teir reagera.

Hetta umfarið er ein gyltur møguleiki at fáa staðfest, hvussu langt ella um ‘topp-fimm’ eru frammanfyri hini. HB er heima móti suðuroyingunum, KÍ tekur ímóti ÍF, 07 Vestur skal í Sarpugerð, Skála vitjar NSÍ, og B36 skal til Margáir at spæla ímóti EB/Streymi. Tað vil siga, at øll tey væntaðu toppliðini hava heimavøll, uttan B36, sum skal til Margáir.

Hvussu stórur er munurin millum topp og botn í Effodeildini í ár, og ikki minst, hvør hoyrir til í hvørjum enda? Tann spurningin vera vit eitt sindur klókari upp á seint seinnapartin leygardagin.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi