Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Helma Maria Tróndheim lagt fram granskingarúrslit á altjóða ráðstevnu

Innanlands, Vísind | 02/09-2020 10:01

Á altjóða CIGRE ráðstevnuni í París var stórur áhugi fyri framløguni hjá Helmu Mariu Tróndheim, PhD.-lesandi í granskingarstarvi hjá SEV.

Granskingarverkætlanin hjá Helmu Mariu snýr seg um at finna loysnir upp á avbjóðingina við javnvág, frekvensi og spenningi á framtíðar elnetinum, tá størsti parturin av elorkuni stavar frá óstøðugum varandi orkukeldum.

Tá altjóða CIGRE ráðstevnan varð hildin í París í síðstu viku, var ein av fyrilestrarhaldarunum føroyska Helma Maria Tróndheim, PhD.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, sum er í granskingarstarvi hjá SEV.

Helma Maria legði fram úrslit av granskingarverkætlan sínari um frekvensregulering á einum avbyrgdum elneti við høgum parti av varandi orkukeldum.

 

Ráðstevnan varð hildin í frástøðu, so Helma Maria sat heima í Føroyum og legði fram umvegis netið. Stórur áhugi er fyri granskingini hjá Helmu Mariu, tí hon er viðkomandi fyri øll samfeløg, sum hava sett sær ítøkilig mál um burðardyggar elskipanir. Tá ið elframleiðslan gerst burðardyggari, hevur tað við sær, at motorarnir, sum tryggja støðufestið í skipanini í dag, so við og við verða tiknir úr rakstri, og fleiri og fleiri vindmyllur og sólpanel koma inn í staðin. Hetta merkir, at býtið av framleiðslueindum, ið stuðla støðufestinum á netinum, minkar.

 

Granskingin hjá Helmu Mariu snýr seg um javnvág, frekvens og spenning í elskipanini. Granskingarúrslitini, ið vórðu løgd fram, snúgva seg í høvuðsheitum um, hvussu frekvensstabiliteturin í føroysku elskipanini fer at verða í 2030, tá elorkan í høvuðsheitum fer at koma frá óstøðugu, varandi orkukeldum í mun til í dag, tá olja og vatnorka tryggja frekvensstabilitetin í elskipanini.

 

Avbjóðingarnar við støðufestinum, sum eru lýstar í framløguni hjá Helmu Mariu, snúgva seg um frekvensin. Men um hugt verður at spenninginum, so rennur man seg í líknandi avbjóðingar, sigur Helma Maria. Um ongar alternativar loysnir verða brúktar, gerst elnetið alsamt veikari, tess nærri vit koma 2030.

 

Hetta eru álvarsliga avleiðingar, og tí verður granskað í hesum evninum kring knøttin. Tó finnast nakrar alternativar loysnir í dag: eitt nú battarískipanin við vindmyllulundina í Húsahaga, sum kann stuðla frekvensinum.

 

CIGRE er altjóða felagsskapur fyri størri elskipanir, sum hevur 99 ár á baki. CIGRE er fronsk stytting, enska heitið er The International Council on Large Electric Systems, og endamálið er at virka fyri burðardyggum elskipanum um allan heim við at fremja áhuga og vitanardeiling millum elskipanir.

 

Modell og simuleringar

Helma Maria greiðir í stuttum soleiðis frá:

Frekvensstabiliteturin verður kannaður við at gera tvey model av elnetinum, eitt av netinum í dag og eitt av elnetinum í 2030 sambært útbygginarætlanini. Síðani verða modellini simulerað í trimum hugsaðum støðum:

Yvir ein dag, har til ber at síggja, hvussu frekvensurin uppførir seg undir vanligum rakstri.
Við einari knappari útkobling av onkrum belastningini, fyri at síggja hvussu elnetið reagarar í dag og í 2030. Hendan hugsaða støðan er eisini kannað við og uttan at stýra vindmyllunum til at hjálpa til at stuðla frekvensinum.
Hvussu reagerar skipanin um linjan í millum Vestmanna og Skálabotn koblar út. Hetta hendir av og á, og kann gerast ein trupulleiki tá ið pumpuskipanin liggur í Vestmanna, tí at so verður hendan linjan lívsæðrin í skipanini.
 

Niðurstøðan í framløguni hjá Helmu Mariu er, at útbyggingarnar heilt vist fara at hava eina neiliga ávirkan á frekvensin, men úrslitini vísa eisini, at modellini mugu útbyggjast, tí at simuleringarnar av dagsins elneti vísa ein nógv javnari frekvens enn tann, vit síggja í mátingunum á netinum í dag.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi