KORONASENDINGAR Í LINDINI - Ótryggleiki og Covid-19
Heine Lútzen og Svenning av Lofti hava havt sendirøð í Kristiliga Kringvarpinum LINDIN, sum teir kalla TROYSTIÐ, TROYSTÐ FÓLK MÍTT!
Teir skriva í tíðindaskrivi, at koronasóttin fyllir so nógv í tíðindaflutninginum, at hetta skapir iva, ørkymlan og ótta hjá mongum.
Teir hava havt fýra sendingar, sum hava verið fríggjamorgnar kl.10:00
Endamálið við sendingunum hevur verið, siga teir í tíðindaskrivi, við dømum og tekstum úr Bíbliuni at bera fólki ein stimbrandi og troystandi boðskap, ikki minst til tey, sum eru vorðin sjúk av Korona og teirra avvarðandi. Teir hava viðgjørt lívið og umstøðurnar hjá ymiskum bíbilskum persónum, sum t.d. Josva, profetin Dánjal og Gideon.
Í sendingunum leggja teir eisini upp til, at heita á fólk um at gera nógv brúk av telefonini í hesum koronadøgum, við at ringja til tey, sum sita einsamøll orsaka Korona, og lesa eitt orð úr Skriftini og biðja eina bøn saman við viðkomandi.
Fjórða sendinigin var í gjár, fríggjamorgunin 03. September. Næsta sending verður nú fríggjamorgunin, og tá verða tekstir og dømir tikin úr lívinum hjá Jósefi í gamla Tesatmenti. Næsta sending verður kl.09:00 komandi fríggjamorgun í Lindini.
Svenning sigur, at teir hava fingið væl av afturljóði frá lurtarum, sum hava takka fyri sendingarnar.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Is Fake News a Myth?

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











