BÓKAUMMÆLI - Skakandi hending!
Fyri umleið tveimum mánaðum síðani kom út bók, ið nevnist “Skuggi hins Alvalda.” Tað er amerikanska kvinnan, Elisabeth Elliot, sum hevur skrivað bókina. Meta av Fløtum hevur týtt til føroyskt.
Høvundurin, Elisabeth Elliot, er einkjan eftir Jim Elliot, ið var ein av teim fimm amerikonsku trúboðarunum, sum – 28 ára gamal – lat lív í royndini at náa ein av ónáddu ættarbólkunum í frumskóginum í Suðuamerikanska landinum Ekvador 8. januar 1956 við gleðiboðskapinum.
Bókin er ein bergtakandi lýsing av hesum manni frá barnaárum til hann lat lív sum blóðvitni. Bókin lýsir ein sera dugnaligan mann á snøgt sagt øllum økjum. Í bókini eru brot úr teim mongu brøvum, ið hann skrivaði frá ungdómsdøgum sínum til lívslok.
Hesi brøv bera okkum boð um ein mann, sum:
· fyri tað fyrsta hevði sett sær fyri, at bera teim ónáddu gleðiboðskapin um Jesus.
· fyri tað annað sett sær fyri, at gera seg so dugnaligan, hann kundi til hetta verk.
· fyri tað triðja ikki at lata nakað forða sær at náa hesum máli.
· fyri tað fjórða at venja likam sítt til sera krevjandi avbjóðingarnar í frumskógini.
· fyri tað fimta at liva nær hjá Gudi í bøn og lesnaði av Bíbliuni og liva samsvarandi.
Týðingin av bókini er eitt bragd, sum á allan hátt er dygdargott út í æsir. Forlagið Leirkerið hevur givið bókina út, sum er tætt í 400 síður. Í bókini eru myndir, sum lýsa hesar 5 trúboðarar í tilgongdini, sum leiddi til blóðvitnisdeyðan.
Jim Elliot er kendur fyri at hava skrivað hesi orð, ið eru eins og ein eldskrift yvir lívi hansara: “Hann er eingin dári, ið gevur tað, hann ikki kann varðveita, til tess at vinna tað, hann ikki kann missa!”
Í tíðindaskrivi verður heitt á fólk at ogna sær bókina, sum er á tremur av spenningi og stimbrandi lívsvísdómi. Bókin fæst í bókhandlunum ella við at venda sær til Forlagið Leirkerið.
(Tíðindaskriv: Svenning av Lofti, juli 2020)
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Kokkurin er færeyingur

World watch list 2021

Is Fake News a Myth?

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











